Hondbóltur

Annika skal til Íslands at royna seg

Føroyski landsliðsmálverjin hevur skrivað undir sáttmála við íslendska Haukar.

Annika Fríðheim Petersen takkar í fyrstu syftu fyri seg í H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Annika Fríðheim Petersen takkar í fyrstu syftu fyri seg í H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-04 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2018 spældi Turið Arge Samuelsen við Haukar í bestu íslendsku deildini. Nú skal ein annar føroyskur landsliðsleikari spæla fyri felagið 

Talan er um 21-ára gomlu Anniku Fríðheim Petersen. Unga hoyvíkskvinnan hevur seinastu árini vart málið hjá unga H71-liðnum, sum fyrr í ár vann steypakappingina; m.a orsaka av einum framúr avriki frá Anniku í 2. hálvleiki.

[object Object]
Ein rørd Annika eftir sera spennandi steypafinaluna móti VÍF í februar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Málverjin spældi eisini eitt stutt tíðarskeið við VÍF og hevur gjørt um seg við ymsu landsliðunum - seinast við A-landsliðnum har hon veruliga visti seg fram í heyst.

Les eisini: Annika mest eyðsýndi málverji higartil í EM-undankappingini 

Hetta hava tey helst lagt merki til á Hafnafjørðinum. Haukar hevur nú fingið hendur á málverjanum, ið felagið metir kemur at hóska sera væl til liðið, og sum hóast sín unga aldur hevur nógvar royndir.

Annika F. Petersen fer til Íslands at spæla í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder