Hondbóltur

Annika um EM-lutakastið: - Her liggja avgjørt møguleikar

Frakland verður verri, men vit kunnu arga í hesum bólkinum - Ukraina eiga vit at kunna vinna á, og Pólland kunnu vit kappast við nú, heldur landsliðsmálverjin fyri. - Flott at vit eru komnar so mikið langt, og virðingin er størri fyri Føroyum, sigur Annika Fríðheim Petersen við Portalin og FM1.

- Tað ljóðar spennandi. Har eru nakrar tjóðir, sum man kann arga. Akkurat Frakland verður verri, men tað verður ordiliga stuttligt at spæla ímóti teimum, heldur ein av royndaru spælarunum fyri - her sæst Annika Petersen undir EM-endaspælinum í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað ljóðar spennandi. Har eru nakrar tjóðir, sum man kann arga. Akkurat Frakland verður verri, men tað verður ordiliga stuttligt at spæla ímóti teimum, heldur ein av royndaru spælarunum fyri - her sæst Annika Petersen undir EM-endaspælinum í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-18 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Jú, tað ljóðar spennandi. Har eru nakrar tjóðir, sum man kann arga. Akkurat Frakland verður verri, men tað verður ordiliga stuttligt at spæla ímóti teimum.

Soleiðis svaraði Annika Fríðheim Petersen, tá vit í FM1-samrøðu í gjár bóðu hana fyrihalda seg til EM-lutakastið. Eftir tað er greitt, at føroysku hondbóltskvinnurnar í desember eru endaðar í hesum bólkinum, sum er staðsettur í suðurpólska býnum, Katowice.

Bólkur E: Frakland, Pólland, Føroyar, Ukraina

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

Sí eisini: Føroyar fingu Frakland men sum heild eitt fínt lutakast

Tað vil siga Frakland sum á pappírinum greitt sterkasta lið í bólkinum, pólsku vertirnir - sum ein av frægu møguleikanum úr styrkisbólkinum beint omanfyri honum við Føroyum og Ukraina úr tí niðasta. Júst tað seinasta kann vísa seg at vera ógvuliga gott, tí tað má metast var eitt av ynskimótstøðuliðnum

- Har vóru nøkur lið úr fjórða og niðasta styrkisbólki, sum man ikki hevði viljað møtt. Eg kenni ikki so nógv til Ukraina, men rokni heilt sikkurt við, at tað er eitt lið, sum vit eiga at kunna vinna á, sigur 26-ára gamla hoyvíkskvinnan.

Føroyar spæla fyrst móti Ukraina - Sí dystarskránna og les meira her

Pólland hevur Annika Fríðheim Petersen roynt at spælt ímóti fyrr. Tað var í hennara byrjanardysti á landsliðnum í 2019, tá Pólland vann 28-16. Men nógv vatn er runnið í ánna síðani, staðfestir nú royndi málverjin.

- Pólland hava Føroyar hitt einaferð fyrr - tað var í roynd og veru tá eg fekk debut á landsliðnum. Tá gekst ikki so væl, men vit eru so nógv broyttar síðani; meira samanspældar, størri profilar sum hava ment so, so tað úrslitið kann man ikki nýta sum grundarlag.

- Tær hava fyrimun við heimavøllinum, men vónandi koma nógvir føroyingar eisini við, og vit kunnu nýta "orkuna" í høllini: Føli heilt sikkurt at Pólland er et lið, vit kunnu kappast við.

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen saman við liðfeløgunum eftir seinasta EM-undandystinum - sunnudagin í Montenegro. Undan triðja endaspælinum á rað staðfestir ein av royndaru spælarunum stóru menningina (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Petersen sigur til seinast, at tað er flott, at Føroyar nú eru í triðja styrkisbólki - og harvið á pappírinum millum 18 tey bestu liðini í Evropa. - Vit hava alltíðina trúð uppá okkum sjálvar, og ný tykiskt tað sum fleiri og fleiri lið fáa størri virðing fyri okkum.

Hoyr alla samrøðuna við Anniku Fríðheim Petersen her

EM-endaspælið byrjar, fyri Føroyar, 5. desember. Liðið er savnað aftur tvær ferðir, áðrenn EM-fyrireikingarnar byrja av álvara í vetur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder