Tríggir hálvfinalistar í Copa America eru nú funnir. Fríggjanáttina vann Brasil á Paraguay eftir brotssparkskapping í fyrstu fjórðingsfinaluni. Í gjárkvøldið livdi Argentina upp til favorittleiklutin ímóti Venesuela, og í nátt komu meistararnir frá teimum báðum undanfarnu kappingunum víðari eftir brotssparkskapping ímóti Kolumbia.
Á risastóra Maracana í Rio de Janeiro vann arvafíggindin hjá Brasil. Eins og ímóti Katar í avgerandi dystinum í bólkaspælinum vann Argentina 2-0. Eins og tá var tað áleyparin Lautaro Martinez, sum legði Argentina á odda tíðliga. Venesuela hevði síðani bóltin meira, men skapti lítið og innskifti Giovani Lo Celso lukkaði dystin, tá eitt korter var eftir.
(Lautaro Martinez legði Argentina á odda eftir tíggju minuttir - her fegnast hann saman við Sergio Aguero, ið legði upp til málið - Mynd: EPA)
Tað var lagt upp til sera tættan dyst, tá Kolumbia og Kili hittust í Sao Paulo í nátt. Tað fór eisini allan vegin til brotssparkskapping, hóast Kili hevði yvirvág í dystinum. Teir fyrstu átta leikararnir vóru tryggir úr ellivu metrum, men síðani skeyt William Tesillo hjá Kolumbia framvið, og tá Alexis Sanchez skuldi avgera dystin, var hann ísakaldur. Kili er sterkt uppá brotsspørk, meðan Kolumbia, eins og til HM í fjør, reyk út í fyrsta knock-out dystinum eftir brotsspørk.
Í kvøld klokkan 20.00 spæla Uruguay og Peru seinastu fjórðingsfinaluna, har Uruguay er rímiliga greiður favorittur.
Fótbóltur
Copa America: Argentina og Kili spældu seg víðari
Argentinska liðið vann 2-0 á Venesuela; tað var sera spennandi og neyðugt við brotsspørkum millum Kili og Kolumbia.
Alexis Sanchez sendir David Ospina skeivan veg og avgerð fjórðingsfinaluna (Mynd: EPA)
2019-06-29 13:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald