Fótbóltur

Argentina og Messi fóru aftur avstað við Copa America

Innskifti Lautaro Martinez skoraði einsamalla málið í longdu leiktíðini í finaluni móti Kolumbia. Argentina er nú einasta landið við 16 Copa America-heitum.

Lionel Messi lyftir steypið fyri aðru ferð uppá trý ár. TIl vinstru fyri Messi er Angel Di Maria, sum varð dagsins spælari í finaluni. Di Maria gevst nú á landsliðnum (Mynd: EPA)

Lionel Messi lyftir steypið fyri aðru ferð uppá trý ár. TIl vinstru fyri Messi er Angel Di Maria, sum varð dagsins spælari í finaluni. Di Maria gevst nú á landsliðnum (Mynd: EPA)

2024-07-15 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu vikurnar hevur EM hjá monnum fylt nógv hjá fótbóltsáhugaðum - serliga her í Evropa. Longur vesturi hevur ein væl eldri "økiskapping" koyrt: Útgáva nummar 48 av Copa America.

16 lið úr Suður, Mið- og Norðuramerika hava kappast í USA. Alt endaði við finalu millum Argentina og Kolumbia í nátt, mánanáttina, føroyska tíð. Finalan byrjaði nakrar tímar aftaná EM-finalan var av, og Spania hevði tryggjað sær metið fyri EM-heitið (fýra). Undan endaspælinum høvdu Spania og Týskland trý EM-steyp hvør.

Sí eisini: 
Spania stendur sum fult uppiborin EM--vinnari
Myndir: Sponsk gleði í Berlin

Í nátt fór Argentina framvið Uruguay og er nú einsamalt søguliga best í Copa America-høpi. 16. heitið kom í hús móti Kolumbia, sum basti júst Uruguay í hálvfinaluni. James Rodriguez, ið skein bjart undir HM-endaspælinum fyri tíggju árum síðani, varð kosin besti spælari í Copa America. James og Kolumbia megnaðu tó ikki at skora móti Argentina og Emiliano Martinez - tað var bert Ecuador í fjórðingsfinaluni, ið gjørdi hetta í allari kappingini

Argentina nýtti aftur longda leiktíð at avgera finalu. Tað var toppskjúttin í kappingini, sum sló til. Eftir vælspælt og skjótt argentinstkt álop setti Lautaro Martinez fótin á í kolumbianska brotsteignum. Hetta var í 112. minutti og var talan um 5. málið hjá Martinez í seks dystum i í kappingini. Inter-áleyparin skoraði eisini í øllum dystunum í bólkaspælinum.

Sí málið og nøkur hæddarpunkt HER

[object Object]
Lautaro Martinez við bóltinum í finaluni, sum áleyparin seinni avgjørdi (Mynd: EPA)

[object Object]
James tosar við dómaran - hann varð skiftur út eftir vanligu leiktíðina (Mynd: EPA)

Tá málið kom varð Lionel Messi skiftur út. 37-ára gamli fótbóltsgandakallurin hevði einki vunnið við landsliðnum áðrenn Copa America í 2021 - nú eru trý stór steyp komin í hús uppá trý ár. Sp er spurningurin, um Messi verður við til at royna at endurvinna HM í júst USA um tey ár.

Tað verður Angel Di Maria ikki. Gávaði miðvallarin spældi í gjár sín seinasta landsdyst fyri Argentina. 36-ára gamli Di Maria spældi í 116 minuttir og varð kosin dagsins spælari.

Copa America-finalan 2024
Argentina - Kolumbia 1-0 eftir longda leiktíð 
112' Lautaro Martinez (Giovani Lo Celso)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder