Fótbóltur

Ari helst úti í fleiri vikur

Høgri bakkurin hjá Víkingi fekk eina fipurspreinging í baklærið seint í dystinum leygardagin. Venjarin Jóhan Petur Poulsen skal harvið finna avloysara til tøttu dystarskránna.

Ari Olsen í stórsigrinum í Sarpugerði leygardagin. Dysturin endaði tó á keðiligan hátt hjá strandinginum (Mynd: Sverri Egholm)

Ari Olsen í stórsigrinum í Sarpugerði leygardagin. Dysturin endaði tó á keðiligan hátt hjá strandinginum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-04 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður Jógvansson Hansen hevði eitt frálíkt kappingarár á høgra bakkinum hjá Víkingi í fjør. 31-ára gamli gøtumaðurin er fyribils givin, og avloysari hansara gjørdist Ari Olsen, sum í fjør vendi aftur eftir álvarsaman knæskaða.

Ari hevði ein vøddaskaða at stríðast við í 1. umfar. Hann var aftur til dystin móti TB leygardagin, men noyddist av vølli, tá tríggir minuttir vóru eftir av. Strandingurin rann fram við í eitt álop, men tók til baklærið, tá bólturin fór útav baklinjuni.

Tá sá út til at vera ein vøddaskaði, og Ari Olsen váttar nú fyri Portalinum, at talan er um eina fipurspreinging. Víkingurin sigur, at talan allarhelst er um ein steðg á fleiri vikur - hetta er verri, enn líknandi skaðar sum hann hevur havt fyrr.

Hetta er ein smeitur fyri Víking, ið ikki hevur teir mest uppløgdu avloysararnar til plássið. Aron Jarnskor Ellingsgaard kom inn fyri Ari leygardagin og spældi á høgra bakki í 0-3 tapinum fyri B36. Hann er tó sentralur miðvallari. 20-ára gamli Signar á Brúnni kann eisini røkja plássið. Hann hevur spælt ellivu dystir fyri besta liðið hjá Víkingi men hevur bert spælt við 1. deild í ár.

[object Object]
20-ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard í 0-3 tapinum fyri B36. Tá spældi hann á høgra bakki (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen skal leita eftir røttu loysnunum næstu tíðina, nú hópurin aftur smalkast. Hetta hevur toftamaðurin havt hepna hond við áður (Mynd: Sverri Egholm) 

Víkingur spælir í Fuglafirði leygardagin, á Svangaskarði 12. apríl og síðani í Klaksvík sunnudagin 16. apríl. Alt bendir á, at Ari Olsen missir íhvussu er hesar dystirnar - møguliga eisini steypadystin móti HB um smáar tríggjar vikur og Betrideildardystin móti HB mikudagin 26. apríl. 

Alt bendir á, at Jóhan Petur Poulsen skal finna ein fastan avloysara fyri Gunnar Vatnhamar. Stinni landsliðsmiðverjin er, sambært upplýsingunum hjá Portalinum og eisini in.fo, so gott sum seldur til íslendska felagið Víking Reykjavík. 

Les eisini: Gunnar Vatnhamar fer til Íslands at spæla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder