Fótbóltur

Ari vendir aftur til 07 Vestur

Felagið leigar U21-landsliðsmálverjin og sørvingin til næsta kappingarár. Ari í Haraldsstovu Petersen hevur í ár fyri tað mesta spælt við 1. deild hjá KÍ.

- Eftir at hava verið vekk í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at hava ein av okkara í málinum, skrivar 07 Vestur. Ari Petersen hevur bert spælt fimm Betrideildardystir fyri KÍ í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eftir at hava verið vekk í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at hava ein av okkara í málinum, skrivar 07 Vestur. Ari Petersen hevur bert spælt fimm Betrideildardystir fyri KÍ í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-27 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gjøgnumbrotið kom partvíst í 2022 men síðani veruliga í 2023. Ari í Haraldsstovu Petersen gjørdi vart við seg í málinum hjá 07 Vestur og á U21-landsliðnum.

Síðani skifti sørvingurin barndómsfelagið út við KÍ og gjørdi trý-ára sáttmála í Klaksvík.

Ari byrjaði eisini árið sum fyrsti málverji, men skjótt tók Mark F. Jensen yvir. Danin gjørdi fyri kortum nýggjan tvey-ára sáttmála við KÍ.

[object Object]
Tíðin sum fyrsti málverji í Klaksvík varð stutt hjá unga sørvinginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ari í Haraldsstovu Petersen við bjarging móti Portugal í U21-landsdystinum fyrr í mánaðinum. Hóast hann so at siga bert hevur spælt í 1. deild seinasta hálva árið, hevur Ari hildið plássinum sum fyrsti málverji á U21-landsliðnum (Savnsmynd: Andrei Antal)

Ari í Haraldsstovu Petersen hevur spælt seks dystir við besta liðnum hjá KÍ í 2024 men bert ein síðani mitt í apríl. Harvið varð tað nú upplagt, tað sum in.fo skrivaði um fyrr í vikuni, og tað sum 07 Vestur kunngjørdi í gjárkvøldið: 

- Eftir at hava verið vekk í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at hava ein av okkara í málinum. Vit hava gjørt leigusáttmála fyri 2025 við KÍ fyri Ari í Haraldsstovu Petersen.

Danin Sebastian John hevur vart málið hjá 07 Vestur í ár, men skjótt verður sørvingurin, sum fyllur 22 ár í desember, aftur.

[object Object]
Ari í Haraldsstovu Petersen saman við Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur skrivar soleiðis um skiftið:

Ari kemur heim aftur

Eftir at hava verið vekk í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at hava ein av okkara í málinum. Vit hava gjørt leigusáttmála fyri 2025 við KÍ fyri Ari í Haraldsstovu Petersen.

Ari er eitt av heilt stóru talentunum vit hava fostra í 07 Vestur. Hann hevur vart málið hjá U21 landsliðnum, og væntast at verða ein av bestu málmonnum í landinum frameftir.

Tað var tí við sorgblídni at Ari fór til annað felag í fjør. Men gleðin er enn størri at vita, at Ari kemur aftur at spæla í 07 Vestur.

Ari hevur higartil spælt 48 dystir í Betri deildini. Tað er einki at ivast í, at tað fer at leggjast afturat hesum talinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder