Dystur nummar seks av seks í Nations League Deild C hjá Føroyum er á skránni seinnapartin.
Aserbadjan tekur ímóti í Baku. Tá Aserbadjan vitjaði við Djúpumýru síðst í oktober endaði tað 1-2. Hetta er higartil einasta málið, ið føroysku kvinnurnar hava skorað í Nations League.
Sí eisini:
Signe Pries Andersen: - Mangla at fáa prikað bóltarnir inn
Sunniva: - Skulu stremba eftir hasari kensluni
Liðið hjá Signe Pries Andersen hevur annars verið heilt væl við í fýra av teimum fimm dystunum, har tað serliga burdi verið talan um stig á heimavølli móti Kýpros (0-1).
Fýra teir fyrstu dystirnir endaðu við teprum ósigri, men fríggjadagin fingu Føroyar oyruini í maskinuna í Montenegro. Tað endaði 9-0 til heimaliðið, og er hetta størsta tapið síðani tað í Spania fyri tveimum árum síðani (12-0)
Les eisini: Skulu rætta tey tingini sum ikki riggaðu seinast
Eitt er at Føroyar tapa stórt móti slíkum liðum í heimsflokki - Týskland, Noreg og Spania eru dømi frá seinastu árunum. Men eftir 9-0 tap móti Montenegro skal gerast upp. Stoltleikin skal finnast fram aftur og eisini eitt heilt annað avrik.
Landsliðsvenjarin hevur tikið avleiðingina av trupulleikunum í verjupartinum í Montenegro. Leikskipanin er skift til dystin seinnapartin - hetta váttar FSF.
Føroyar (5-4-1): Óluva Allandsdóttir Joensen - Jensa Kannuberg Tórlolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan (L), Tórunn Højgaard Joensen, Rúna Jacobsen - Heidi Sevdal, Sunniva Dal Willemoes, Malena Olsen, Eyðvør Klakstein - Mona Rasmusdóttir
Julia Naomi Mortensen hevur leikbann. Tað er eisini ein smeitur, at liðskiparin Ásla Johannesen ikki er tøk.
Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Fridrikka Clementsen, Ása Stórá Carlsen, Tóra Mohr, Maria V. Johansen, Margit Magnusdóttir og Rebekka Benbakoura.
Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan byrjar klokkan 15.00 og verður vístur beinleiðis á R1 í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald