placeholder
Hondbóltur

Arnar Gunnarsson og Neistin fara hvør til sítt

Steypafinalan síðsta vikuskiftið móti H71 sum flongdi Neistan, verður hin seinasta hjá Arnari Gunnarsson, sum hevur verið høvuðsvenjari síðani 2020.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samstarvið millum Neistan og Arnar Gunnarsson er steðgað. Hetta er nakað sum íslendski miðilin handbolti.is skrivaði fyrr í dag, men nú váttar Neistin, at partarnir fara hvør til sítt.

Arnar hevur verið høvuðsvenjari hjá neistamonnum síðan 2020, men steðgar nú. Sostatt varð lemjandi tapið í steypafinaluni um vikuskiftið seinasti dysturin hjá Arnari.

H71 vann við 16 málum, 28-12. Støðan í steðginum var 13-5 til hoyvíkingar.

Finnur Hansson og Rasmus Søby taka yvir tað, sum eftir er av kappingarárinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder