152 mál í 271 dystum í Betrideildini. Triðflest av øllum og bert eitt mál aftanfyri Jákup á Borg á 2. plássinum. Hóast skaðar hava lagt honum meinbogar í vegin seianstu árini, er Arnbjørn Hansen altíð vandamikil í brotsteiginum hjá mótsstøðuliðnum, og seint í gjárkvøldið boðaði EB/Streymur frá, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við 33-ára gamla áleyparan
Felagið skrivar, at umframt at vera leikari verður Arnbjørn komandi ár eisini partur av venjaratoyminum hjá Betriliðnum.
Arnbjørn Hansen saman við Fríða R. Petersen, formanni (Mynd: ebstreymur.fo)
Arnbjørn Hansen var í HB í 2015 og 2016 men hevur annars verið partur av besta liðnum hjá EB/Streymi síðani 2004. Í fjør spældi hann bert 645 minuttir orsakað av skaðatrupulleikum, men skoraði tó sjey mál.
Umframt 33-ára gamla áleyparan hevur EB/Streymur seinastu tíðina longt við hesar leikararnar:
Andras Olsen
Petur Zachariassen
Tóki Johannesen
Mikkjal Samuelsen Hellisá
Gutti Dahl-Olsen
Magnus Jarnskor
Rói Olsen
Fyri viku síðani gjørdist greitt, at venjarin Jákup Martin Joensen eisini stendur á odda í 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald