Fótbóltur

Jákup Martin heldur fram í EB/Streymi

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt samstarvið við høvuðsvenjaran undanfarna árið. Harvið hava øll tíggju liðini í Betrideildini í løtuni høvuðsvenjara til komandi ár.

Jákup Martin Joensen, saman við nýggja formanninum í felagnum, Fróða Reinert Petersen (Mynd: ebstreymur.fo)

Jákup Martin Joensen, saman við nýggja formanninum í felagnum, Fróða Reinert Petersen (Mynd: ebstreymur.fo)

2019-12-11 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

43-ára gamli eiðismaðurin Jákup Martin Joensen fekk seinasta heyst sítt fyrsta høvuðsvenjarastarv í Betrideildini. 

EB/Streymur hevði eitt tungt kappingrarár og endaði á 9. plássi við 18 stigum. Óvissa var um, Jákup Martin fór at halda fram, men nú eru samráðingarnar komnar á mál, og í kvøld hevur EB/Streymur kunngjørt, at høvuðsvenjarin verður tann sami í 2020.

EB/Streymur hevur mist liðformannin Rógva Egilstoft Nielsen til NSÍ, og fleiri av føstu leikarunum í fjør hava ikki longt sáttmálan. EB/Streymur skrivar á heimasíðu sínari, at liðið verður aftur komandi ár mest mannað við lokalum leikarum, men onkur styrkur kann tó væntast. Eingin nýggjur leikari er higartil lagdur afturat hópinum uttanfrá; tó at Andras Olsen ið var úti alt seinasta kappingarár við knæskaða, er við aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder