Hann hevur næstflest upplegg í øllum bólkaspælinum í Conference League. Bert Fred hjá Fenerbache - fyrrverandi Manchester United - hevur fleiri (4). Árni Frederiksberg hevur lagt upp til trý av teimum fýra málunum hjá KÍ í bólki A higartil.
Øll hava verið við gylta vinstra fótinum og tvey eftir hornaspark. Okkurt innlegg frá stjóranum á Kjølbro Heilsølu kundi givið mál afturat, og Árni staðfestir, at KÍ altíð kann hótta uppá deyðbóltar. Hetta kann vera ein lykil, og sum heild skal KÍ eftir hart arbeiði eisini taka av møguleikunum, tá teir koma í Ljubljana í morgin, sigur hann.
Sí eisini aðrar samrøður:
Hoseth: - Skulu helst vinna í morgin fyri at koma víðari
Jóannes Kalsø Danielsen: - Vænta at teir koma við einum aftursvari
Sí eisini:
Føroyameistararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia
Myndir: Lívligir KÍ' arar í Ljublijana
Tað hevði eisini eisini verið gott hjá mær at hildið góðu hagtølunum við málstigum - uppleggum og málum - sigur 31-ára gamli vongurin flennandi. Hann hevur verið mest umráðandi álopskendi spælarin hjá KÍ í ár, og nú sær hann fram til spennandi uppgávu í Slovenia, har heimaliðið hevur nakað at prógva.
Tað er umráðandi bert at hugsavna seg um hendan dystin, staðfestir Árni Frederiksberg. 7'arin úr Saltangará setur tó tal á, nú trý umfør eru eftir av bólkaspælinum: KÍ skal helst hava seks stig fyri at náa málinum at spæla seg víðari - Magne Hoseth segði eisini, at liðið helst skal koma upp á tíggju stig.
Sí video ovast - filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass
UEFA Europa Conference League, bólkur A:
4. umfar, í morgin hósdagin 9/11:
Olimpija Ljubljana - KÍ
Slovan Bratislava - LOSC Lille
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00
Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald