Fótbóltur

Árni Frederiksberg og hinir eru ógvuliga nær føroyameistarheitinum

EB/Streymur stóð væl ímóti í beint yvir ein tíma, men so sveiggjaði 7'arin hjá KÍ gylta vinstra beinið. Tvey mál komu afturat, og skjótt fáa teir kongabláu aftur gull.

Árni Frederiskberg skoraði tvær ferðir og legði upp til eitt mál í 3-0 sigrinum á Eiði - øðrum sigrinum hjá KÍ á EB/Streymi uppá fýra dagar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiskberg skoraði tvær ferðir og legði upp til eitt mál í 3-0 sigrinum á Eiði - øðrum sigrinum hjá KÍ á EB/Streymi uppá fýra dagar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-24 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin kann tað verða staðfest, sum hevur verið á veg í nógvar mánaðir. Tað krevur, at KÍ fær fleiri stig á Svangaskarði, enn NSÍ fær í Sørvági. Eftir úrslitið í útsetta dystinum á Eiði í kvøld er greitt, at tað skal ikki nógv til afturat: Níggju stig og átta mál skilja nummar 1 og 2, nú fýra umfør resta í.

EB/Streymur stríddist annars og gjørdi leingi sítt í seinna dystinum móti KÍ uppá fýa dagar. Ósigraða oddaliðið hevði bóltin so at siga allatíðina á Eiði, men tað vóru fáir greiðir málmøguleikar fyrsta tíman.

Tað skuldi eitt gott skot hjá Árna Frederiksberg til fyri at fáa hol á. Í sambandi við hornasparksstøðu kom bólturin út aftur til 7'aran, sum hevði sníkt seg inn í brotsteigin, og hann sendi hoppandi bóltin væl  niður í longra málhornið.

Hetta var í 64. minutti. Eitt korter seinni var tað Árni, sum hengisliga fann Filip Brattbakk, og eftir gott skot av brotsteigarmarkinum varð 2-0.

Fyri at seta eina vakra sloyfu sendi Árni Frederiksberg eitt hornaspark í netið nakrar minuttir seinni - "Árnasparkið" var mál nummar 16 hjá 33-ára gamla vonginum í ár, og skjótt verða hann og KÍ FM-vinnarar fyri fjórði ferð uppá fimm ár.

Betrideildin - útsettur dystur frá 17. umfar
Mikudagun 24. september 
EB/Streymur - KÍ 0-3 (0-0)

[object Object]



Meira um dystin sæst her


Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder