Fótbóltur

Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari

Triðja árið á rað vann KÍ á skandinaviskum meistara á heimavølli - tó uttan at geva víðari luttøku. Vinstra beinið hjá evropeiska metmálskjúttanum og ágangandi KÍ-lið vóru munurin seinasta hálva tíman.

Árni Frederiksberg hevur her javnað til 2-2 á degnum - við beinleiðis hornasparki (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg hevur her javnað til 2-2 á degnum - við beinleiðis hornasparki (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-30 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ skakaði Malmö beinanvegin við Djúpymýru. Tað var eftir fríspark frá gylta vinstra fótinum hjá Árna Frederiksberg, at svenski miðverjin Alexander Bertsson prikaði bóltin í netið móti svensku meistarunum. Hetta var í 2. minutti, og soleiðis endaði dysturin eisini: At Árni skeyt fríspark - hesaferð beinleiðis - og at KÍ kom á odda.

Málið til 3-2 í yvirtíðini var tó nakað frá at vera nóg mikið at koma víðari. Til tað gjørdi KÍ ov nógv grundleggjandi mistøk yvir tveir dystir, og Malmö hevur so mikið nógv dugnasemi, at eingin veruligur spenningur var um samanlagda úrslitið tað mesta av dystinum við Djúpumýru.

Á degnum vístu føroyameistararnir tó eitt ávíst dirvi og spældi við nógvum vilja og áræði. Tað var eisini heldur óruddiligt til tíðir, og KÍ gav nógv pláss - hetta millum annað tí liðið satsaði. Brotssparkið í 59. minutti, sum Malmö økti til 6-2 við samanlagt, punkteraði ein part.

Ein gjøgnumgongd sæst eisini í okkara beinleiðis bloggi

Liðið hjá Espen Haug skal taka við læru av heesum dystum. Tað kendist sum, at her var nakað í hesari uppgerðini, um KÍ-liðið hevði gjørt sær størri ómak í nøkrum støðum.

Malmö fór ikki heilt eftir at vinna hendan dysitn, men tað fór KÍ sanniliga - eisini tá tað var 3-6 samanlagt, og fáir minuttir vóru eftir. Hetta stríðið fáa Árni Frederiksberg og teir løn fyri. Tað er gott fyri sjálvskensluna, og hetta eru góð evrpeisk stig á KÍ-kontuna og tí hjá føroysku liðunum.

Nummar sjey skoraði eisini beinleiðis hornaspark í dag og hevur nú 11 evropeisk mál - hesi øll í seinastu 10 Champions League-dystunum.

Málið til 3-2 í yvirtíðini tryggjar, at KÍ triðja árið á rað hevur vunnið á svenskum ella norskum meistara á heimavølli. Tað vitnar um ein sterkan heimavøll og gott mótsstøðuføri. Tó er KÍ ikki komið víðari í hesum førinum - nú snýr tað seg skjótt um Europa League; grisku ella bosnisku meistararnar.

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
KÍ - Malmö FF 3-2 (1-1) - 4-6 samanlagt
2' Alexander Berntssson (Árni Frederiksberg) 1-0
13' Hugo Bolin 1-1
59' Anders Christiansen, br. 1-2
65' Árni Frederiksberg 2-2
90+5' Árni Frederiksberg 3-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder