Tað sum eitur 16. umfar í Premier League verður leikt hetta vikuskifti. Einki lið hevur tó spælt fleiri enn 15 dystir - og fleiri hava spælt 14 - hetta tí at eitt umfar og nakrir dystir afturat, sum skuldu verið spældir í september, vórðu útsettir vegna deyða Hennara Hátign drotning Elizabeth.
Í gjár vórðu átta dystir á skránni. Tað fyrsta úrslitið var ein skelkur: Manchester City tapti 2-1 á heimavølli fyri Brentford. Ivan Toney, ið ikki varð úttikin til HM-hópin hjá Onglandi, skoraði bæði málini fyri útiliðini. Tað seinna var í 98. minutti; tíggju minuttir vórðu lagdir afturat orsakað av nógvu VAR-kanningunum, og talan var um veruligan smeit hjá Guardiola og hansara monnum.
Ivan Toney sendi eini greið boð til Southgate, tá hann skoraði í gjár
Arsenal kundi seint í gjárkvøldið gera sær dælt av hesum og økja um leiðsluna í oddinum, og við tveimum málum frá norðmanninum Martin Ødegaard í seinna hálvleiki, tók liðið hjá Arteta av. Harvið hevur Arsenal nú fimm stig niður til Manchester City, og tað er greitt, at liðið úr Norðurlondon fyri fyrstu ferð í fimtan ár fer at halda jól á fyrsta plássið.
Arsenal hevur bert tapt ein dyst í Premer League hetta kappingarárið, og tað sama er galdandi fyri Newcastle (2-1 ósigur á Anfield síðst í august - eftir mál ímóti í yvirtíðini) Í gjár vann liðið hjá Eddie Howe sín fimta sigur á rað og týðandi dyst í topp-fýra stríðnum, tá Chelsea vitjaði. Joe Willock skoraði einsamalla málið í dystinum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Newcastle er á 3. plássi við 30 stigum - Chelsea hevur ikki vunnið í teimum seinastu fimm Premier League-dystunum.
Tottenham skuldi veruliga stríðast fyri tí á heimavølli móti Leeds - uttan Heung Min-Son, ið tó verður til reiðar til HM-endapælið. Útiliðið var á odda tríggjar ferðir, men tvey mál frá Rodrigo Bentancur seinastu tíggju minuttirnar tryggjaðu, at liðið hjá heldur væl fast í fjórða plássinum, meðan stegður er.
Liverpool blandar seg nú í topp fýra-stríðið. Í gjár var Darwin Nunez høvuðsmaður við tveimum málum og einum uppleggi móti Southampton, ið er í gongd við eitt venjaraskifti. Harvið eru leikarar úr Uruguay í góðum málformi nú beint undan HM.
Hjá Everton og Frank Lampard er støðan alt annað enn góð: Liðið tapti 3-0 fyri Bournemouth í gjár, og Nottingham Forrest vann samstundis á Crystal Palace. Harvið er bert eitt stig niður til strikuna, og áskoðarnir eru byrjaðir at venda sær móti liðnum. West Ham er eisini í trupulleikum - tað varð staðfest við heimatapinum fyri formsterka Leicester.
Klokkan 16.30 verður síðsti Premier League-dysturin hesumegin jól bríkslaður í gongd. Tað er við Temsá í London, har United vitjar Fulham. Næsta umfar er á skránni 2. jóladag, 27. og 28. desember.
Premier League 16. umfar
Í gjár - Leygardagin 12.11
Manchester City - Brentford 2-1
Liverpool - Southampton 3-1
Tottenham - Leeds 4-3
Bournemouth - Everton 3-0
Nottingham Forrest - Crystal Palace 1-0
Newcastle - Chelsea 1-0
Wolves - Arsenal 0-2
Í dag
14.00: Aston Villa - Brighton (2-1)
16.30: Fulham - Manchester United
Støðan sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald