
Í kvøld vórðu 15 dystir leiktir í 1/32-finalunum í Europa League. Ein varð leiktur í gjár. Tað varð avgjørt, hvørji 16 lið skulu víðari til áttandapartsfinalurnar.
Í London noyddist Arsenal verulig at kýta seg eftir 1-0 tapið í Hvítarusslandi í seinastu viku. Heimaliðið kom eisini á odda 2-0 fyri steðgin og avgjørdi uppgerðina í 2. hálvleiki. Talan var um sjálvmál hjá Bate og mál frá miðverjunum hjá Arsenal, Sokratis og Mustafi. Á Stamford Bridge skoraði Chelsea øll málini í 2. hálvleiki, har Malmö eisini fekk ein leikara útvístan. Millum annað kom ungi Callum Hudson-Odoi á máltalvuna.
Italiensku liðini komu trygt víðari, og tað gjørdu tey sponsku eisini. Merskivert var, at 14 útav teimum 16 liðunum ið høvdu heimavøll í seinna dystunum komu víðari.
Úrsltini í kvøld - liðini í grovum komu víðari
Arsenal - BATE 3-0
Dinamo Zagreb - Viktoria Plzen 3-0
Frankfurt - Shahktar 4-1
Napoli - Zürich 2-0
Salzburg - Club Brügge 4-0
Valencia - Celtic 1-0
Villareal - Sporting Lissabon 1-1
Zenit - Fenerbache 3-1
Benfica - Galatasaray 0-0
Betis - Rennes 1-3
Chelsea - FF Malmö 3-0
Dynamo Kiev - Olympiakos 1-0
Genk - Slavia Prag 1-4
Inter - Rapid Wien 4-0
Leverkusen - Krasnodar 1-1
Í gjár: Sevilla - Lazio 2-0
Lutakastið til 1/16 finalurnar verður í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald