Enska Premier League felagið Arsenal kunngjørdi í dag, at felagið fær styrk frá 26 ára gamla spanska verjuleikaranum Pablo Marí tað, sum eftir er av kappingarárinum.
Hann skiftir frá brasilska felagnum Flamengo til London-felagið fram til juni mánaða, tá Arsenal hevur forkeypsrætt at gera sáttmála við hann.
Arsenal hevur ligið eftir spanska verjuleikaranum í eina tíð, og nú gjørdist tað so greitt, at hann í fyrstu syftu verður leigaður.
- Pablo er ein royndur spælari, sum kann styrkja verjuna hjá okkum. Vit hava hugt eftir honum í eina tíð, og eru sera nøgd við at hava gjørt hesa avtaluna við Flamengo, sum ger tað møguligt, at hann kann spæla fyri okkum, sigur tekniski stjórin hjá Arsenal, brasilski Edu við heimasíðuna hjá Arsenal.
Frá 2016 til 2019 var Pablo Marí knýttur at enska felagnum Manchester City, men hann spældi ongan dyst fyri felagið, men var leigaður út til onnur feløg. Í summar avgjørdi hann so at flyta til Brasil fyri at spæla fyri stórfelagið Flamengo. Hann var bert triði spaniólin, sum hevur spælt fyri eitt felag í bestu brasilsku deildini.
Sum Flamengo leikari var Pablo Marí millum annað við til at spæla finaluna í heimsmeistarakappingini fyri lið, sum varð spæld í Doha í Katar beint fyri jól. Liverpool vann finaludystin 1-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald