Lagt var upp til eitt brak av einum fótbóltsdysti, tá Liverpool var á vitjan í London í kvøld. Arsenal legði eisini út við ágangandi spæli og við høgari leikferð. Heimaliðið sá meira vandamikið út, men Liverpool kom væl við, og hevði tveir risamøguleikar umframt eitt kolldømt mál í 1. hálvleiki.
Útiliðið fekk sítt mál, tá ein tími var leiktur. Bernd Leno í Arsenal-málinum fekk ikki avgreitt eitt innlegg nóg væl, bólturin datt út til liðformanninum hjá Liverpool, James Milner, ið smekkaði bóltin í netið.
Arsenal svaraði skjótt aftur við at skapa onkrar góðar málmøguleikar, men Liverpool hótti eisini hivegin. Tað var allatíðina lív í dystinum, og heimaliðið søkti eftir útjavnandi málinum. Tað eydnaðist at fáa tað tað í 82.minuttir. Innskifti Iwobi spældi bóltin væl innum verjuna til Lacazette, Allison kom heldur skeivt út,og so kundi franski áleyparin venda og skjóta bóltin í eitt nærum tómt mál.
Bæði liðini søktu eftir sigrinum, men tað endaði 1-1, sum í stóran mun var eitt rættvíst úrslit. Arsenal hevði bóltin meira og víst sera gott spæl til tíðir, men Liverpool skapi nógvar góðar støður. Liðið hjá Jurgen Klopp er fyribils oddalið; Arsenal er á 4. plássið og er væl við.
Arsenal - Liverpool 1-1 (0-0)
Støðan í oddinum:
Liverpool 27 11 dystir
City 26 10 dystir
Chelsea 24 10 dystir
Arsenal 23 11 dystir
Tottenham 21 10 dystir
Fyrr í dag United 2-1 eftir mál í yvirtíðini frá Marcus Rashford. Newcastle vann sín fyrsta dyst í ár og er nú omanfyri strikuna. Leicester vann 1-0 í fyrsta dystinum eftir deyða eigarans.
Les eisini: Kensluborin sigur hjá Leicester í Wales
Tottenham skal í eldin um eina løtu móti Wolves. City og Chelsea hava bæði heimavøll í morgin.
Fyrr í dag:
Bournemouth - Manchester United 1-2 (1-1)
Cardiff - Leicester 0-1 (0-0)
Everton - Brighton 3-1 (1-1)
Newcastle - Watford 1-0 (0-0)
West Ham - Burnley 4-2 (1-1)
Fótbóltur
Arsenal og Liverpool spældu javnleik í undirhaldandi dysti
Javnur og góður fótbóltsdystur á Emirates í kvøld endaði við stigdeiling.
2018-11-03 19:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald