Fótbóltur

Arsenal reisti seg og spældi seg víðari

Arsenal setti tingini uppá pláss í London kvøld. Chelsea er sannførandi víðari - Inter er úti, og tað er Sevilla eisini eftir dramtiska uppgerð.

Pierre-Emerick Aubameyang gjørdist avgerandi fyri Arsenal í kvøld. Hetta feiraði hann á serstakan hátt
(Mynd: EPA)

Pierre-Emerick Aubameyang gjørdist avgerandi fyri Arsenal í kvøld. Hetta feiraði hann á serstakan hátt (Mynd: EPA)

2019-03-14 22:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu seinastu áttandapartsfinalurnar í Champions League avgjørdar. Seinnu áttandapartsfinalurnar í Europa League vórðu leiktar í kvøld:   

Benfica -
Dinamo Zagreb 3-0 (eftir longda leiktíð) *4-1 samanlagt
Inter - Frankfurt 0-1 *0-1 samanlagt
Arsenal - Rennes 3-0 *4-3 samanlagt
Slavia Prag - Sevilla  4-3 (eftir longda leiktíð) *6-5 samanlagt 
Villareal - Zenit  2-1 *5-2 samanlagt
Dynamo Kiev - Chelsea 0-5 *0-8 samanlagt
Salzburg - Napoli 3-1 *3-4 samanlagt
Krasnodar - Valencia 1-1 *2-3 samanlagt

Sum sæst var nakað av muni á í uppgerðunum, men í flestu støðum var spenningur í. Í London skuldi Arsenal venda 1-3 ósigrinum frá fyrra dystinum í Fraklandi til víðari luttøku. Heimaliðið byrjaðu ógvuliga væl, og longu eftir eitt korter var 2-0. Aubameyang var í hopla og skoraði tvær ferðir; áleyparin legði upp til eitt mál og skoraði tvey, tá ein av favorittunum til at vinna Europa League kom víðari. 

Hitt London-felagið í kappingini skapti sær eitt sera útgangsstøði í seinastu viku og vann í kvøld storsigur í Ukreina. Giroud skoraði hattrick, og Chelsea er framvegis ein av favorittunum at vinna kappingina. 

Inter var uttan fleiri profilar í kvøldið, og við málið longu í 5. minutti í Milano spældi Frankfurt seg víðari ímóti italenska stórfelagnum. Hitt italienska liðið, Napoli, vann fyrra dystin 3-0 og kom á odda í Eysturríki í kvøld, men Salzburg, ið kom í hálvfinaluna í fjør, vísti góðan moral.  

Í Russlandi var Valencia á veg úr orsakað av regluni um útivallarmál. Men djúpt inni í yvirtíðini sló innskifti áleyparin Guedes til, og knústi dreymin hjá Krasnodar. Eitt annað spanskt lið spældi ein dramtiskan dyst í Kekkia. Sevilla kom á odda í yvirtíðini, og so skuldi Prag hava tvey mál. Hetta syrgdi heimaliðið fyri; avgerandi málið var tó sjálvmál - Simon Kjær varð skrásettur fyri tað í 119.minutti. Sevilla hevur vunnið Europa League fimm ferðir seinastu 13 árini, 

Seinasta spanska liðið kom trygt víðari, og Benfica spældi seg í 1/4 finaluna eftir longda leiktíð. Lutakastið verður í morgin klokkan 12.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder