Síðani seinast í november, tá Unai Emery fekk sekkin, hevur Arsenal arbeitt við at funnið ein nýggjan venjara. Nøkur nøvn hava verið uppi at venda, men seinastu dagarnar er tað eitt, ið hevur gingið aftur.
Les eisini: Arsenal og Everton nærkast venjaraloysnum
Hann spældi í ungum døgum fyri FC Barcelona, men spaniólin gjørdi mest vart fyri seg á bretsku oyggjunum. Fyrst í eina tíð í Rangers, síðani í seks ár í Everton og seinasta felagið Mikel Arteta umboðaði var Arsenal. Síðani hann gavst, hevur hann verið partur av venjaratoyminum hjá fyrrverandi liðfelaga sínum, Pep Guardiola í Manchester City og har verið ein lyklapartur í menningini.
Mánadagin vóru umboð fyri Arsenal í húsinum hjá Arteta í Manchester, og nú er ein avtala komin uppá pláss: Trý og eitt hálvt eitt-ára sáttmáli er undirskrivaður, og 37-ára gamli venjarin varð avdúkaður í dag.
Á tíðindafundinum segði Mikel Arteta, ið var við at vinna FA Cup tvær ferðir við Arsenal, at tað er eitt sera stórt arbeiði, ið liggur fyri framman í felagnum, men at Arsenal skal kappast um tey stóru steypini. Hann vísti á, at Arsenal er eitt av størstu feløgunum í heiminum, og at tað er ein heiður fyri hann at sleppa at standa á odda fyri liðnum. Sambært Raul Sanlleh frá Arsenal var Arteta klárt tann besti, sum var um boðið. Hetta er fyrsta høvuðsvenjarastarvið hjá unga venjaranum.
Frederik Ljungberg hevur staðið á odda seinastu fimm dystirnar. Sviin hevur ikki megnað at vent ringu gongdini. Arsenal er í løtuni á 10. plássi í Premier League.
Fótbóltur
Arsenal sett Arteta sum høvuðsvenjara
Fyrrverandi miðvallari felagsins kemur frá starvinum sum hjálparvenjari hjá Pep Guardiola í Manchester City.
37-ára gamli Arteta skal nú royna at fáa Arsenal í gongd aftur (Mynd: Sky Sports)
2019-12-20 18:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald