Fótbóltur

Arsenal-stjørna fekk óynskta vitjan: Tveir menn handtiknir

Illstøða var komin millum menninar og starvsfólk hjá Mesut Özil.

Mesut Özil (Mynd: EPA)

Mesut Özil (Mynd: EPA)

2019-08-11 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin fekk týska Arsenal-stjørnan Mesut Özil óynsktar gestir uttanfyri heim sítt í London.

Lokala løgreglan upplýsir, sambært BBC, at tveir menn vórðu handtiknir í málinum. Báðir eru 27 ára gamlir.

Illstøða var komin millum teir og starvsfólk hjá Mesut Özil, og eru menninir skuldsettir fyri at hava sjikanerað og/ella hava víst hóttandi atburð móti teimum, skrivar DR.

Menninir skulu fyri rættin 6. september.

Fríggjadagin boðaði Arsenal frá, at Mesut Özil og Sead Kolasinac, sum er úr Bosnia, ikki vórðu úttiknir til dagsins Premier League-dyst móti Newcastle.

Avgerðin varð tikin orsakað av "nýggjum hendingum viðvíkjandi trygdini hjá leikarunum", og í hesum sambandi upplýsti Arsenal, at løgreglan er í ferð við at kanna málið.

Í juli royndu tveir vápnaðir tjóðar í maskum eisini at stjala bilin hjá Mesut Özil, men tað eydnaðist hjá Kolasinac at reka teir burtur frá bilinum hjá Özil.

Løgreglan sigur, sambært BBC, at hendingin hósdagin og miseydnaði bilastuldurin verður kannað hvør sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder