Fyrsti dystur í 24. umfari í Premier League gjørdist alt annað enn keðiligur: Mikel Arteta vann á landsmanninum, ið hann avloysti sum Arsenal-venjari, og Arsenal fór fyribils frammum Manchester City aftur, men tað var eftir tógvið stríð í Birmingham.
Aston Villa vísti hvassleika í fyrra hálvleiki: Tvey skot á mál og tvey mál. Longu í 5. minutti varð Ollie Watkins sendur avstað, og áleyparin skoraði fjórða dystin á rað. Bukayo Saka javnaði eftir fimtan minuttir, tá hann var knappur í samband við ein leysan bólt í Villa-brotsteignum, men Philippe Coutinho gjørdi eftir hálvan tíma tað, sum hann so ofta hevur gjørt: Skoraði móti Arsenal. Hetta var eftir heilt væl spælt Villa-álop.
Undan dagsins upperð hevði Arsenal bert fingið eitt stig í teimum síðstu trimum Premier League-dystunum, mist oddasessin og spælt fýra dystir á rað í øllum kappingum uttan at vinna. Nú var liðið aftur komið afturum, Thomas Partey manglaði, men Ødegaard og hinir brettu um armar og skapti eina rúgvu av góðum støðum í seinna hálvleiki.
Bukayo Saka skoraði fyrsta málið hjá Arsenal - Jorginho, ið avloysir Partey, átti skotið, ið fekk útiliðið á 2-3 (Mynd: EPA)
Í líknandi støðu sum á Emirates fyrr í kappingarárinum - Martinez toyggir seg, men fær ikki fatur á bóltinum móti sínum gamla felagið (Mynd: EPA)
Trýstið gav úrslit, tá ein tími var leiktur. Eftir stutt horna legði Ødegaard útfrá til Zinchenko, sum javnaði. Arsenal satsaði, og tað kostaði næstan, tá millum annað Leon Bailey fór í kontra. Útiliðið var fleiri ferðir nær við, men tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini, at tað gav úrslit, og tað var eftir nakað av hepni. Jorginho smekkaði til av brotsteigarmarkinum, rakti tvørtræðið og síðani høvdið á Emiliano Martinez og í málið. Argentiski málverjin hevur fyrr spælt við Arsenal , og nú hjálpti hann ótilvitað liðnum at leggja seg á odda aftur í Premier League.
Tríggir minuttir vóru eftir av yvirtíðini, og Villa jagstraði. Í samband við hornaspark var Martinez við frammi, Arsenal ruddaði bóltin, fór í mótálopið og innskifti Martinelli varð sendur avstað móti tóma málinum og skoraði til 4-2.
Stórur fagnaður í Arsenal-leguni, sum í løtuni er trý stig frammanfyri Manchester City. City er eitt av teimum tólv liðunum, sum spælir í løtuni.
Premier League 24. umfar
Í dag, leygardagin 18.02
Aston Villa - Arsenal 2-4 (2-1)
Byrjaðu nú 15.00:
Brentford - Crystal Palace
Brighton - Fulham
Chelsea - Southampton
Everton - Leeds
Nottingham Forest - Manchester City
Wolves - Bournemouth
17.30: Newcastle - Liverpool
Støðan í oddinum:
1. Arsenal 54 stig (23 dystir)
2. Manchester City 51 stig (23 dystir)
Øll stigatalvan í løtuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald