Fyrrverandi týski landsliðsleikarin, Mesut Özil, er ikki millum leikararnar, sum enska felag hansara, Arsenal, hevur við á listanum av skrásettum leikarum at spæla í Premier League.
Tað boðaði bóltsnillingurin sjálvur frá í eini fráboðan á sosialu miðlunum í dag.
Hann er alt annað enn nøgdur við avgerðina, sum felagið hevur tikið.
- Eg eri stórliga vónsvikin av, at eg ikki eri skrásettur at spæla við í Premier Leauge. Tá eg skrivaði undir nýggjan sáttmála í 2018, vísti eg trúskap til felagið, eg elski, Arsenal, og tað harmar meg, at hetta ikki verður afturlønt. Trúskapurin er trupul at finna í hesum døgum, skrivar Özil millum annað.
32 ára gamli týski miðvallarin, ið er lønartyngsti leikarin í hópinum hjá Arsenal, kom til Arsenal úr Real Madrid í 2013, og núverandi sáttmáli er galdandi til komandi summar.
Í uppslaginum skrivar hann, at hann kortini fer at stríðast fyri at endurvinna sítt pláss á liðinum.
- Eg kenni framvegis London sum heima. Eg havi nógvar góðar vinir á liðinum og er eri tætt knýttur at fjepparunum. Eg ætli at halda fram við at stríðast, og ynski ikki, at áttanda kappingarárið í Arsenal skal enda á henda hátt. Eg kann lova, at henda avgerð ikki fer at broyta mín hugburð. Eg haldi fram at venja, so gott eg kann, og fari framhaldandi at brúka rødd mína ímóti miskunnarloysi og fyri rættvísi, skrivar hann.
This is a difficult message to write to the Arsenal fans that I’ve played for over the past few years. I’m really deeply...
Posted by Mesut Özil on Mikudagur, 21. oktober 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald