Pristina, Kosovo (Portalurin): Fyrr í dag vandu teir, sum spældu minni enn ein hálvan tíma ella als ikki í gjár eina fysiska venjing, ið serliga Magni Mohr og Eli Hentze stóðu fyri. Teir tíggju útileikararnir, sum byrjaðu inni, umframt Patrik Johannesen og Gilli Rólantsson, ið komu inn, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, vandu styrki.
Tað er helst ógvuliga góðir møguleiki fyri, at omanfyrinevndu tvøramenn vera við frá byrjan leygardagin, tá ársins síðsti A-landsdystur er á skránni. Talan er um venjingardyst á Fadil Vokkri leikvøllinum í Pristina, har Føroyar seinast spældu í 2018.
Myndir: Sverri Egholm
Føroyska ferðalagið fór tíðliga seinnapartin úr Kekkia og er fyri løtu síðani komið til høvuðsstaðin í Kosovo, har hildið verður til í heilt góðum umstøðum. Í kvøld er mest hvíld á skránni - í annaðkvøld venur liðið á leikvøllinum, sum spælast skal á leygarkvøldið klokkan seks.
Spuringurin er so, um fleiri av yngri leikarunum eisini fáa minuttir tá. Seks av teimum í hópinum hava sín fyrsta A-landsdyst til góðar. Ein av teimum er Bárður Reynatrøð úr Víkingi, og tað er í øllum førum greitt, at møguleikin hjá leirvíkinginum fyri spælitíð er betri nú: Royndi Gunnar Nielsen, sum í gjár spældi sín A-landsdyst nummar 70, er ikki tøkur og ikki við í Kosovo.
Les eisini:
Venda eyguni og kósina móti Kosovo
Fýra fingu sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald