Pristina, Kosovo (Portalurin): Føroyar vóru fyri stórtapi í Kekkia í gjár. Vertirnir vóru greitt omaná og náðileysir, meðan talan var um eit lakt avrik hjá føroyska liðnum - serliga í fyrra hálvleiki. Úrslitið gjørdist 5-0, og er hetta størsti ósigur í tíðini undir Håkani Ericson, størsti ósigur síðani 0-6 dystin móti Portugal á Tórsvølli í oktober 2016 og størsta tap á útivølli síðani 0-6 tapið fyri Eysturíki í mars 2013.
Kekkia - Føroyar 5-0 (4-0)
13' Mojmir Chytil 1-0
19' Mojmir Chytil 2-0
24' Mojmir Chytil 3-0
42' Vaclav Cerny 4-0
76' Patrizio Stronati 5-0
Sí eisini:
Størsta tap síðani 2016
Samuel Ckukwudi: 5-0 er alt, alt ov nógv
Myndir: Tapið í Olomouc
Landsliðshópurin sær øðrvísi út hesuferð, í mun til til dømis fyrr í ár. Níggju leikarar eru ikki tøkir hesuferð, og tað hevur millum annað við sær, at nógvir ungir mans eru við. Í gjár royndu fýra mans seg fyri fyrstu ferð, harav tann eini byrjaði inni á høgra bakki og spældi yvir ein tíma:
- Hanus Sørensen, 21 ár - høgri bakkur (HB)
- Samuel Johansen Chukwudi, 19 ár - miðverji (Union St. Gilloise, Belgia - upprunaliga HB)
- Stefan Radosavljevic, 22 ár - sentralur miðvallari (HB)-
- Pætur Petersen, 24 ár - vongur (HB)
Føroyar 4-5-1/4-3-3): Gunnar Nielsen - Hanus Sørensen (71' Samuel Johansen Chukwudi), Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Meinhard Egilsson Olsen (77' Pætur Petersen), Sølvi Vatnhamar (77' Stefan Radosavljevic), Heðin Hansen (71' Kaj Leo í Bartalsstovu), René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen (56' Gilli Rólantsson Sørensen)- Klæmint Andrasson Olsen (56' Patrik Johannesen)
Sí eisini:
Stefan: Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um
Hanus: Mamma byrjaði at lippa
Tað sum hesir hava til felags er, at allir hava tilknýti til HB. Tríggir hava spælt fyri HB í ár, og Hanus og Samuel eru uppvaksnir í felagnum. Hanus hevur áður spælt í donskum fótbólti, og Samuel roynir seg nú í belgiskum fótbólti.
Stefan hevur sín fótbóltsvøkstur í TB, og Pætur Petersen er úr Skálavík og spældi harvið við B71 sum barn. Seinni hava hesir báðir umboðað onnur feløg - til dømis hava báðir spælt fyri B36 eisini.
Hanus Sørensen í nærdysti. Verjan hjá Føroyum var til tíðir undir hørðum trýsti í gjár - HB-bakkurin hevði millum annað nakrar góðar offensivar atgerðir (Mynd: Sverri Egholm)
Samuel Johansen Chukwudi er errin av, at hann nú hevur umboðað land sítt fyri fyrstu ferð - tó var tað sjálvandi ein tung kensla at lata mál inn og tapa stórt, sigur hann við Portalin (Mynd: Sverri Egholm)
Seks aðrir bíða
Í hópinum, sum nú hevur flutt seg til Kosovo, eru framvegis fimm spælarar, ið hava sín fyrsta A-landsdyst til góðar. Talan er um málverjan Bárð á Reynatrøð, miðverjan Andrias Edmundsson, vinstra bakkin Martin Agnarsson, sentralu miðvallararnir Noah Mneney, Andrass Johansen og kantin/bakkin Jann Benjaminsen.
Allir hesir vandu í dag undir leiðsluni hjá fysiska venjaranum Magna Mohr, hjálparvenjaranum Eli Hentze og málmansvenjaranum Hans Jørgensen. Talan var um eina meira fysisika venjing fyri teir, sum spældu undir hálvan tíma ella als ikki spældi í gjár.
Gunnar Nielsen er ikki við í Kosovo, so tað er helst góður møguleiki fyri, at Bárður á Reynatrøð spælir í øllum førum ein hálvleik. Hugsast kann eisini, at nakrir av útileikarunum sleppa at royna seg leygarkvøldið, tá venjingardystur aftur er á skránni.
Martin Agnarsson noyddist at fara úr venjing, stutt áðrenn hon endaði í dag. Tá interval-spæl var uppá tvey mál, beklaði Viborg-spælarin, tá hann royndi at blokera eitt skot. 18-ára gamli bakkurin fekk viðgerð, og tað er ikki álvarsligt.
Spurningurin er, hvussu málmanskaballin verður løgd til leygarkvøldið. Mattias Lamhauge hevur spælt ein venjingardyst fyrr í ár
Teir stríddust - millum annað um spælitíð - í Kekkia í dag
Martin noyddist út - her saman við læknanum Heina Harryson
Eftir viðgerð frá Harry og fysioterapeutinum Øssi Steinhólm, var støðan tó betri (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald