Hann hevur spælt á øllum U-landsliðunum, og samanlagt bleiv tað til næstan 50 ungdómslandsdystir fyri Føroyar.
Hoyvíkingurin var millum annað við U17-landsliðnum, ið spældi seg til EM-endaspælið, og gjørdist fastur fúsur á U21-landsliðnum hjá Sámal Eriki Hentze og Atla Gregersen. Frá september 2020 til og við mars 2022 spældi Hanus tíggju U-landsdystir, harav Føroyar vunnu fýra teirra - fingu stig í seks av teimum dystunum.
Nú er Hanus Sørensen ov gamal til U21 og hevur tikið næsta fetið. 31. oktober varð nú 21-ára gamli HB-leikarin úttikin til A-landsliðið.
- A-landsliðið merkir ótrúliga nógv fyri meg. Eg havi, eisini tá eg búði í Danmark, sæð allar dystirnar, sum eg kann, og tá eg varð úttikin var tað stórt - mamma byrjaði eisini at lippa, tá hon fekk tað at vita, og tá varð tað uppaftur størri.
Prátingarsami og fryntligi ungi maðurin sigur eisini, tað higartil hevur verið stuttligt og læruríkt at verða við A-landsliðnum, og nú skal man trakða fram og veruliga vísa seg.
Sí eisini:
Video: -Venjing í betri umstøðum og við ábendingum um uppstillingina
Sum ungur var Hanus ein driblisterkur og málfarligur vongur. Tað var í tíðini á akademinum í FC Midtjylland, at hann varð umskúlaður til ein bakk. Nú lýsir hann seg sum ein tekniskt sterkan og skjótan bakk, ið eisini hevur defensivar dygdir.
Nógv bendir á, at Hanus Sørensen av álvara sleppur at vísa seg fram í morgin. Gilli Rólantsson Sørensen hevur seinastu árini verið fyrsta val á høgra bakki, men tvøramaðurin spældi næstan fullan dyst í bestu norsku deildini sunnudagin og kundi harvið ikki koma til Kekkia fyrrenn í gjárkvøldið.
Hóast Gilli var til venjingina í dag, so var Hanus á tí liðnum, sum fokus var á, og nú roynir hann bara at halda høvdið kalt fyrireika seg sum til ein vanligan dyst.
Tøl: Faroesoccer.com
Sí eisini:
Stefan: - Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um
Sølvi: Spæli á landsliðnum so leingi eg gevi nakað og eri nóg góður
Martin: - Høga støðið í Viborg og tíðin í B36 hava brýnt meg
Viljormur er errin av landslidsárinum og tíðini í Danmark og Svøríki
Jann: - Nakað sum eg havi arbeitt sera hart fyri leingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald