Brno, Kekkia (Portalurin) - Tá vit nærkast 1. januar meira verður helst greitt, hvar Viljormur Davidsen spælir næsta ár. Hann er nú sáttmálaleystur fyri fyrstu ferð, síðani hann var blaðungur, og vinstri bakkurin upplivir tilgongdina sum spennandi.
Hann hevur seinasta árið spælt 28 dystir í bestu svensku deildini, og ein part av árinum hevur 31-ára gamli bakkurin úr Saltangarár verið liðformaður hjá Helsingborgs.
Liðið er flutt niður og mett verður, at ráð er ikki at hava millum annað Viljorm í hópinum. Tí hava partarnir í sátt og semju slitið samstarvið, og Vijormur og umboðsmaður hansara leita eftir nýggjum felagi.
Les eisini: Viljormur heldur ikki fram í Helsingborgs
Hann staðfestir aftur, at yrkisleiðin uttanfyri Føroyar helst heldur fram, tó at familja og annað í Føroyum lokkar. Viljormur metur tó ikki, at tíðin er rætt at venda heim, men at hann skyldar sær sjálvum og teimum sum hava stuðla honum at koyra á víðari.
Støðugi vinstri hevur eisini profilin at halda fram. Eitt áratíggju sum yrkisleikari í Skandinavia og serliga nógvir dystir fyri Vejle.
- Eg havi kanska ikki verið leikarin, ið hevur tikið nógvar yvirskiftir gjøgnum árini, men er eri errin av at hava spælt støðugt og verið liðformaður í Danmark og Svøríki gjøgnum nógv ár.
Viljormur segði við Portalin 4. november, at tað kundi verið spennandi at roynt seg uttanfyri Skandinavia.
Nú bíða fyrst tveir landsdystir. Virkandi liðformaður fegnast um, at málsetningurin í Nations League varð rokkin, og talan var um góð avrik - nú skal byggjast uppá, og tað merkir millum annað, at yngru leikararnir, ið eru nýggir í hópinum, skulu slúsast inn á rættan hátt.
Sí eisini:
Stefan: - Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um
Sølvi: Spæli á landsliðnum so leingi eg gevi nakað og eri nóg góður
Martin: - Høga støðið í Viborg og tíðin í B36 hava brýnt meg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald