Fótbóltur

Video: - Høga støðið í Viborg og tíðin í B36 hava brýnt meg

Martin Agnarsson var í Viborg-hópinum í sigrinum á Brøndby í gjár - í dag kom hann til Kekkia og vandi við A-landsliðnum á fyrsta sinni, og hann setur orð á hvussu skjótt alt er gingið seinastu mánaðirnar, har tilveran er grundleggjandi broytt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-14 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - Í summar spældi 18-ára gamli havnarmaðurin fyri B36 móti Viborg í 3. umfari í UEFA Conference League. Skjóti vinstrabeinti ungi maðurin gjørdi so mikið nógv vart við seg, at danska Superliga-felagið keypti hann leysan úr B36.

Seinastu mánaðirnar hevur Martin Agnarsson búð í Jútlandi og vant seg við eina heilt øðrvísi tilveru.

Við Portalin í kvøld sigur hann millum annað, at alt er gingið so skjótt - og at hetta hevur verið ein fyrimunur - at hann hevur ment seg sum persónur, og at tað veruliga merkist, at leikarar og umhvørvi er nógv meira professionelt enn í Føroyum.

Tó setur Martin stórt virði í tíðina í B36, og álitið honum varð sýnt har, og hann ger eisini greitt, at stóribeiggin Hannes er hansara stóra fyrmynd, og hvirluvindrin fegnast um at hava spælt saman við hann.

Nú er fokus á at menna seg í Viborg, har hann hevur fingið sínari fyrstu minuttirnar, og at vísa nakað til landsliðsvenjing - Martin Agnarsson droymir sjálvagt um fáa minuttir í venjingardystunum hesa vikuna.

Sí eisini: 
Myndir: Fyrsta venjing í Kekkia
Stefan: - Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um
Sølvi: Spæli á landsliðnum so leingi eg gevi nakað og eri nóg góður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder