Fótbóltur

Video: - Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um

22-ára gamli Stefan Radosavljevic er við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. Nú snýr tað seg um at vera eyðmjúkur, hava oyruni so stór sum gjørligt og at fáa sum best burturúr, sigur tvøramaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-14 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - Hann hevur spælt 18 U21-landsdystir fyri Føroyar. Jóannes Bjartalíð og Kristoffur Jakobsen hava spælt eins nógvar - eingin hevur fleiri.

Hann hevur skorað fimm ferðir á U21-landsliðnum, og tað er met.

Nu tekur Stefan Radsovljevic, sum skoraði 13 mál í 26 dystum fyri HB í Betrideildini í ár, næsta fetið á landsliðsleiðini.

Miðvallarin er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, og eftir venjingina í Kekkia í dag setti tvøramaðurin orð á, hvussu kenslan er, og hvat nú skal til.

Spælitíð og ein sigur mikukvøldið eru millum málini hjá Stefani, ið annars leggur dent á at vera eyðmjúkur, at taka nógv til sín og njóta tað.

Hoyr samrøðuna omanfyri


Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder