Fótbóltur

Video: - Nakað sum eg havi arbeitt sera hart fyri leingi

Nú 25-ára gamli Jann Benjaminsen hevur tvey tey seinastu árini spælt í triðbestu norsku deildini. Uppflyting og landsliðsboð komu hvørt oman á annað, og toftamaðurin við nógvu royndnum úr NSÍ vil nú vísa, at hann er til reiðar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-15 11:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - Í nøkur ár var toftamaðurin fastur maður í NSÍ og var millum teir fyrstu ellivu í steypafinalusigrinum á B36 í 2017.

Eftir eitt frálíkt 2020, har NSÍ endaði nummar tvey í Betrideildini, og Jann var ein av bestu bakkunum/vongunum í kappingini (spældi sum so bara sum høgri ella vinstri vongbakkur), valdi hann at royna nakað nýtt. Ein tvey-ára sáttmáli varð gjørdur við Hødd IL, ið satsaði uppá at flyta upp í næstbestu norsku deildina.

Tað gekk ikki í fjør. Liðið, ið Jann Benjaminsen var fastur á, tapti upp- og niðurflytingardyst, men Jann helt fram í triðbestu norsku deildini - sum yrkisleikari - og í ár glapp.

Nú bíðar ein tilvera á hægri støði, og fyrsta A-landsliðsúttøkan gjørdist veruleiki 31. oktober. Jann hevur verið tolin: Hann spældi tveir U17-landsdystir  í 2013 og tveir U21-landsdystir fýra ár seinni. Annars hevur bakkurin/kanturin ikki umboðað Føroyar - eftir yvir 100 Betrideildardystir, umframt tíggju Europa League-dystir valdi hann eina nýggja tilvera, ein haraðn veg og partvíst eisini  tað "stigma", ið fylgir við at spæla í triðbestu deildini í øðrum landi.

- Eg havi altíð havt ein dreym um at spæla uttanlanda. Eg vildi koma til eitt felag, sum vildi hava meg, og har eg kundi spæla fast - umframt at vera partur av einum abitiøsum felagið, og tað var Hødd.

Jann lýsir umstøðurnar í lutfalsliga lítla býnum Ulsteinvik sum fantastiskar við nógvum góðum vallum og einari inanndura høll, og staðfestir at áhugin fyri søguliga Hødd IL er sera stórur í nærumhvørvinum.

Kenslurnar fyri tí at vera á A-landsliðnum eru stórar. Jann hevur sett sær mál´og droymir um minuttir, men nú snýr tað seg fyrst og fremst um at læra leiðreglurnar og leikháttin á landsliðnum, og um at gera tað væl til venjing.

- Eg vil vísa, at eg klárur, um teir hava tørv á mær.

Sí eisini:
Stefan: - Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um
Sølvi: Spæli á landsliðnum so leingi eg gevi nakað og eri nóg góður
Martin: - Høga støðið í Viborg og tíðin í B36 hava brýnt meg
Viljormur er errin av landslidsárinum og tíðini í Danmark og Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder