Fótbóltur

Video: Venjing í betri umstøðum og við ábendingum um uppstillingina

Undirlagið á grasvøllinum í skógarumhvørvinum var gott - tað sær út til, at 21-ára gamli høgri bakkurin Hanus Sørensen og miðvallararnir Heðin Hansen og Mads Mikkelsen fáa møguleikan frá byrjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-15 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - Tað er nú lítið meira enn eitt samdøgur til føroyska A-landsliðið skal spæla venjingardyst móti Kekkia.

Í dag var aftur venjing í Brno - hesaferð nakað frá miðbýnum. Mett varð at vøllurin, ið landsliðið vandi á í gjár ikki hevði nóg gott undirlag, og ein væl betri loysn varð funnin til í dag í einum skógarumhvørvi - á grasvølli sum eitt lið úr sjeyndbestu deildini í Kekkia eigur.

Les eisini: Noyddust at finna ein nýggjan venjingarvøll

Har var áhugi fyri venjingini millum tey lokalu og millum føroysku miðlarnar. Í kuldanum í dag varð meira dentur lagdur á álopsspælið, og tað gjørdist millum annað meira greitt, at Hanus Sørensen úr HB helst byrjar inni sum høgri bakkur.

Gilli Rólantsson Sørensen spældi næstan fullan dyst fyri Odds BK sunnudagin, kom ikki til Kekkia fyrrenn í gjárkvøldið, so tað liggur til høgrabeiniðð, at 21-ára gamli hoyvíkingurin fær møguleikan.

Portalurin hevur gjørt samrøðu við Hanus Sørensen, ið verður lagd út um eina løtu.

Liðfelagið hansara í HB, Heðin Hansen, fær allarhelst eitt pláss á sentrala miðvøllinum. 29-ára gamli gøtumaðurin er bert byrjaður inni einaferð fyrr á A-landsliðnum. Tað var í venjingardysti móti Liktenstein á Tórsvølli í juni í fjør (5-1).

Mads Mikkelsen hevur ongantíð byrjað á A-landsliðnum fyrr. 22-ára gamli KÍ-leikarin fer í morgin at spæla á øðrum vonginum.

Fyriuttan hesar verður helst talan um eina byrjanaruppstilling við leikarum við nógvum landsliðsroyndum. Kekkia hevur sterka manning við til dystin, sum verður í býnum Olumouc, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder