Brno, Kekkia (Portalurin) - Eftir at Gilli Rólantsson Sørensen í gjárkvøldið kom til Kekkia, er føroyski hópurin fullmannaður. 30-ára gamli tvøramaðurin kom seinni enn allir aðrir, tí hann spældi, tá síðsta umfari í bestu norsku deildini var á skránni seint seinnapartin sunnudagin.
Havið vera 24 leikarar til venjing í dag. Greitt er eisini, at landsliðið fer at nýta annan vøll at venja á, enn tann ið vit vóru á í gjár.
Eitt krav til slíkar UEFA-dystir er annars, at vant verður á leikvøllinum dagin fyri dyst, men av tí at býurin Olomouc, har dysturin í morgin skal spælast, liggur meira enn ein tíma burtur frá Brno, hevur FSF biðið um at sloppið at vant her, og síðani at hava miðlavirksemi á gistingarhúsinum aftaná.
Hesum hevur UEFA gingið á møti, men teir í venjaratoyminum og vóru, eins og spælararnir, ikki nøgdir við vøllin, ið vant var á í gjár - heilt stutt frá gistingarhúsinum.
Smílini vóru frammi inn ímillum til venjing í Brno í gjár...
Tað bar til at gera kynstur og at spæla...
Nakað av vætu var á grasvøllinum...
...men tað var ikki beinleiðis hóskandi til eitt A-landslið (Mynd: Sverri Egholm)
Undirlagið var ikki hart sum so og elvdi ikki til nakran skaða hjá spælarum, men tað var ójavnt, og bólturin hoppaði og flutti ofta óvæntað. Hetta kom serliga til sjóndar, tá álopskendu leikararnir skuldu venja innlegg og skot.
Í gjárkvøldið varð leitað eftir betri loysn, og hon er funnin. Seinasta venjingin undan dystinum móti Kekkia verður harvið á øðrum vølli í næststørsta býi landsins - seinasta venjing undan dystinum móti Kekkia verður um middagsleiti.
Ymiskar ábendingar eru um, at ein ella tveir av leikarum, ið eru óroyndir í landsliðshøpi, fáa møguleikan frá byrjan. Nógvir av føstu leikarunum eru ikki við vegna skaða ella skúla, og harvið eru nógvir ungir mans í hópinum. Tó verður helst í stóran mun talan um royndar landsliðsleikarar frá byrjan móti Kekkia, ið var við til EM-endaspælið í fjør.
Sí eisini:
Stefan: - Sjálvandi altíð nakað man hevur droymt um
Sølvi: Spæli á landsliðnum so leingi eg gevi nakað og eri nóg góður
Martin: - Høga støðið í Viborg og tíðin í B36 hava brýnt meg
Jann: - Nakað sum eg havi arbeitt sera hart fyri leingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald