2025-10-29 17:58
Á Skála og í økinum rundanum um fegnast tey um, at besta mansliðið hjá Skála ÍF aftur verður í fremstu deildini í 2026.
Tey kunnu eisini fegnast um, at Simon Girke Jørgensen heldur fram í appilsingulu blusuni komandi tvey árini.
Hetta varð kunngjørt á ársveitslu felagsins, sum bleiv hildin leygarkvøldið, eftir 1. plássi í 1. deild Har var eisini kunngjørt, at Simon Jørgensen var ársins spælari í felagnum.
Hetta hevur sína orsøk. Skála skrivar, at tað bleiv til 26 dystir, 27 mál og 17 upplegg í 1. deild í ár. Simon Jørgensen gjørdist toppskjútti í 1. deild í ár. Hann var tó bert stavnin frammanfyri Martin Johansen og Markus Isaksen - ungu, lokalu álopskendu spælararnir hjá Skála komu eisini uppum tjúgu mál.
Harumframt er 20-ára gamli danin skrásettur fyri tvey mál og trý upplegg í kappingini um Løgmanssteypið í ár. Simon Girke kom til felagið fyrst í hesum árinum. Hann leikti 9 dystir og skeyt tvey mál fyri FC Hoyvík í 1. deild í fjør. Fótbóltsleiðina innleiddi hann í danska stórfelagnum OB.
Avrikini í ár hava eisini havt við sær, at onnur feløg hava hugt eftir unga og kvika vonginum. Sum Portalurin skilir, hava nøkur feløg í Betrideildini ligið framvið seinastu tíðina - millum annað KÍ. Simon Jørgensen hevur tó knýtt seg at Skála næstu tvey árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald