Annað

Ása og Strákur ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

Tað verður heilt serstøk løta hjá 17 ára gomlu Ásu Bárðardóttir, tá ólavsøkan verður sett í ár.

2024-07-25 12:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ása Bárðardóttir skal ríða á odda og vera flaggberi í ólavsøkuskrúðgonguni.  Orsøkin er tann at hon í fjør vann FM í tvíspor vaksin í kappríðing.

Siður hevur seinastu árini verið, at FM vinnarin far í boði at ríða fremst á ólavsøku árið eftir. Um FM vinnarin ikki tekur av, so er tað nevndin í Føroya Ríðingarfelag, sum heitur á annað reiðfólk um at bera flaggið.

Ása Bárðardóttir hevur riðið, frá tí hon var heilt lítil og hevur fleiri ferðir vunnið FM í Tvíspor ung. Í fjør var fyrsta árið honn kappaðist millum tey vaksnu, men har gjørdi hon bart og vann FM heitið sum einans 16 ára gomul. Tá hon ríðir kapp er tað á sínari egnu ryssu Sílfu, men nú til skrúðgonguna, fer hon at ríða á Stráki, sum familjan eigur.

Skrúðgongan er gamla ólavsøkusiður, ið byrjaði longu í 1942. Reiðfólkini tóku stig til hana og vóru í byrjani einasti ítróttafólkini í skrúðgonguni, men so líðandi eru fleiri og fleiri ítróttagreinar komnar við. Fyri nøkrum árum síðani komu so eisini býráðspolitikkarir við.

Enn eiga rossini tó heiðurspláss í skrúðgonguni og eisini siðvunna plássið at standa á Tinghúsvegnum framvið garðinum hjá Jacob Lútzen og Anton Degn, júst sum tey hava gjørt í væl yvir hálva øld.

Føroya Ríðingarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder