Fótbóltur

Áskoðarar aftur til dystir í Onglandi seinni í mánaðinum

8.000 áskoðarar við koronapassi sleppa inn til Liga Cup finaluna á Wembley 25. apríl.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-04-04 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Tottenham og Manchester City hin 25. apríl fara á Wembley leikvøllin í London fyri at spæla finalu í Liga Cup, verða áskoðarar til dystin.

Fótbóltsdystirnir í Onglandi hava annars verið spældir uttan áskoðarar í longri tíð. Men til finaluna á Wembley fáa 8.000 áskoðarar atgongd til dystin. Tal er um eitt royndartiltak, sum bretska stjórnin hevur tikið stig til.

Fyri at kunna fáa atgongumerki, er neyðugt at vísa eitt koronapass, har tað týðuliga gongur fram, um ein er koppsettur ella nýliga testaður.

- Talan er um eina vísundaliga roynd, sum skal beina slóð fyri, at vit aftur sleppa at kunna gleðast um at uppliva stórhendingar saman, sigur bretski mentamálaráðharrin, Oliver Dowden. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder