Fótbóltur

Áskoðarar sleppa aftur til ítróttartiltøk

Á tíðindafundinum hjá myndugleikunum fyri løtu síðani varð gjørt greitt, at 100 fólk kunnu savnast í bólki, og at tað er upp til sambondini at skipa fyri, hvussu áskoðarar á besta hátt kunnu vera til dyst.

B36 hevur heimadyst sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 hevur heimadyst sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-14 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltssambandið og feløgini fáa nú eina nýggja uppgávu: Hvussu skulu vit á bestan hátt skipa fyri, nú áskoðarar aftur sleppa inn.

Kappróðrarsambandið og vertirnir til stevnurnar skulu eisini taka líknandi støðu í næstum.

Á tíðindafundinum hjá myndugleikunum fyri løtu síðani varð gjørt greitt, at áskoðarar nú sleppa til ítróttartiltøk aftur undir skipaðum umstøðum.

100 fólk í einum bólki

Eitt av nýggju tilmælunum er, at 100 fólk nú kunnu savnast í einum bólki. Hetta er tvífalt so nógv sum tað hevur verið seinastu tíðina. Tað sleppa tó meira enn 100 fólk inn til hvønn dyst í Betrideildini nú í vikuskfitinum og frameftir.

Løgmaður segði, at tað er upp til sersambondini, ið kenna sín ítrótt best, at skipað áskoðarnar á besta hátt. Bárður á Steig Nielsen nevndi tó, at ein møguleiki var at skipa øki í ymsar sektiónir. KÍ hevði undan ætlaða 1. umfarinum (8.mars) gjørt eina ætlan um, hvussu 500 fólk, ið tá var tilmæli, kundu savnast til dyst. Hetta við at deila áskoðaraplássini og ítróttarøki sum heild eitt sindur upp.

[object Object]
Tað er sannlíkt, at tað sum løgmaður nevndi um sektiónir, verður veruleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Nakað líknandi verður helst gjørt í vikuskiftinum, tá 2. umfar í Betrideildini verður leikt. Feløgini hava heilt víst ynski um at fáa so nógvar áskoðarar inn sum gjørligt, nú áskoðararinntøkur hava mangla. Tó skal tað verða undir skipaðum umstøðum, og tað verður helst beinanvegin farið í gongd við at finna útav besta háttinum at gera hetta uppá.

Her er skráin fyri 2.umfar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder