Annað

ASV og Bjørk Nolsøe Isaksen vinna 1. deild í donskum flogbólti

ASV, Aarhus Studenternes Volleyballforening, við Bjørk Nolsøe Isaksen á odda, vunnu leygardagin greiðan 3-0 heimasigur.

2023-03-11 21:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

ASV, Aarhus Studenternes Volleyballforening, við Bjørk Nolsøe Isaksen á odda, vunnu leygardagin greiðan 3 – 0 heimasigur í Århus Gl. Stadionhal á IF Lyseng í donsku 1. deild. Settúrslitini vóru 25-23, 25-10, 25-12. 

Harvið hevur ASV vunnið 1. deild vestur hóast 3 dystir eru eftir at leika. Tær hava 42 stig, meðan Fortuna Odense Volley og Aalborg Volleyball liggja ávíkavist nummar 2 og 3 bæði við 31 stigum.

Síðsta ár blivu ASV damurnar nummar 2, nøkur fá stig aftanfyri Ikast, ið vunnu og ryktu upp í bestu deildina.  

Hettar er annað árið at Bjørk Nolsøe Isaksen spælir sum kantáleypari á liðnum. 

Við skørpum hoppservum, hørðum smasjum og stabilum servimóttøkum og verjuspæli, er hon vorðin ein lyklaleikari á liðnum og er fleiri ferðir kosin dagsins leikari.

Fyrra partin á kappingarárinum, spældi Eva Winther Nagata nakrar dystir sum hevari á liðnum.

Í donsku 1. deild hjá kvinnunum eru 20 lið og hesi eru deild upp í tvær kappingar, 10 lið í 1. deild vestur og 10 lið í 1. deild eystur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder