Tvey tey fyrstu liðini sum skulu spæla í fjórðingsfinaluni í Champions League eru funnin. Talan er um feløg, ið ongantíð hava verið har fyrr.
Tað vóru lið úr fýra teimum størstu deildunum í Evropa, ið vóru í eldinum í gjár. Eitt týskt lið vann á einum enskum og eitt út Italia basti einum sponskum.
RB Leipzig varð stovnað í 2009. Felagið er eitt av teimum heilt fáu úr gamla Eysturtýsklandi, sum veruliga hevur gjørt seg galdandi í Bundesligaini. Tað er nógvur kritikkur í Týsklandi av framferðarháttinum hjá felagnum, ið Red Bull eigur, men undir 32-ára gamla venjaranum Julian Nagelsmann hevur liðið kappast heilt frammi í oddinum í Bundesligaini í ár.
Sera ungi venjarin, sum kom úr Hoffenheim, kundi fegnast eftir dystin (Mynd: EPA)
Jose Mourinho manglar áleyparar, og nógv annað, og tað tykist sum um, at hvørki venjari ella leikarar trúgva uppá tingini í løtuni. Tottenham var ongantíð nær við at venda 1-0 ósigrinum frá fyrsta dystinum. Liðformaðurin hjá heimaliðnum, Marcel Sabitzer, skoraði tvær ferðir innan tíggju minuttir. Fyrst smekkaði eysturríski miðvallarin bóltin flatt niður í longra málhorn úr áleið 20 metrum, og síðani stútaði hann innlegg frá City-leigusveininum, Angelino, framvið Hugo Lloris. So var leyst og liðugt, og sviin Emil Forsberg fekk seinasta orðið, tá hann júst innskiftur skoraði til 3-0. Eitt søguligt kvøld í Leipzig - Tottenham, ið var í finaluni í fjør, hevur nú ikki vunnið í seks dystum.
Mourinho hevur ikki nógv at fegnast um fyri tíðina (Mynd: EPA)
Í Valencia var málveistla, men tað vóru ongir áskoðarar til staðar at uppliva hana. Útiliðið gjørdi eins og í fyrra dystinum og skoraði fýra mál. Tað var slovenin Josip Ilicic, ið stóð fyri øllum málunum, og harvið gjørdist hann stóri leikarin. Ilicic hevur av álvara verið í málformi seinastu tíðina, og Atalanta er eitt spennandi og undirhaldandi lið at fylgja, nú tað er í fjórðingsfinaluni á fyrsta sinni.
Josip Ilicic fegnast um eitt av sínum fýra málum (Mynd: EPA)
Champions League áttandapartsfinalur
10.03
RB Leipzig - Tottenham 3-0 (2-0) - 4-0 samanlagt
Valencia - Atalanta 3-4 (1-2) - 4-8 samanlagt
11.03
Liverpool (0) - Atletico Madrid (1)
PSG (1) - Borussia Dortmund (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald