Mánadagin varð farið undir at selja sokallaða ”Landsliðspakkan” í Nethandlinum á heimasíðuni hjá FSF. ”Landsliðspakkin” gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í komandi EM-undankapping.
Mánadagin skrivaðu vit um, at tað gekk skjótt at selja beinanvegin, og fsf.fo skrivar í dag at tað fleiri og fleiri keypa sær landsliðspakka.
Meðan umbyggingin er í gongd á Tórsvølli, er pláss til áleið 3500 áskoðarar á tjóðarleikvøllinum.
Til ber at keypa landsliðspakkan her
Heimadystirnir hjá A-landsliðnum komandi ár:
7. juni:
Føroyar – Spania
10. juni:
Føroyar – Noreg
5. september:
Føroyar – Svøríki
12. oktober:
Føroyar – Rumenia
15. oktober:
Føroyar – Malta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald