Fríggjadagin 12. november klokkan 20.45 lokala tíð spæla Danmark og Føroyar HM-undankappingardyst í Parkini í Keypmannahavn.
Fóbtóltssamband Føroya hevur fingið tillutað umleið 1.850 atgongumerki til dystin, sum einans eru ætlað føroyskum áskoðarum, og nú ber til at ogna sær atgongumerki í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, boðar Fótbóltssambandið frá.
Til ber at keypa í mesta lagi fimm atgongumerki við hvørjari bílegging, men atgongumerkini verða seld við fyrivarni. Í farnu viku varð boðað frá, at eingir útiáskoðarar sleppa til HM-undankappingardystirnir í september, men enn er ikki greitt, hvussu verður við dystum í november.
Um so verður, at føroyskir áskoðarar ikki sleppa til dystin í Parkini, verður atgongumerki ógildað, og peningurin verður fluttur aftur á gjaldskortið, ið varð nýtt til keypið, skrivar FSF.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald