Fótbóltur

Atgongumerkjasølan til KÍ-Molde gongur við rúkandi ferð

Yvir 1.500 atgongumerki til Champions League-dystin á Tórsvølli týskvøldið vórðu seld fyrstu 45 minuttirnar, og umleið 2.000 eru farin nú.

Ein rúgva av fólki við Djúpumýrar í gjárkvøldið, tá KÍ-spælararnir vórðu móttiknir sum hetjur eftir bragdið í Göteborg. KÍ kann ikki spæla har í 3. umfari, tí serliga krøvini um tal av áskoðaraplássum og stødd av vølli ikki kunnu lúkast í Klaksvík í verandi støðu (Mynd: jn.fo)

Ein rúgva av fólki við Djúpumýrar í gjárkvøldið, tá KÍ-spælararnir vórðu móttiknir sum hetjur eftir bragdið í Göteborg. KÍ kann ikki spæla har í 3. umfari, tí serliga krøvini um tal av áskoðaraplássum og stødd av vølli ikki kunnu lúkast í Klaksvík í verandi støðu (Mynd: jn.fo)

2023-08-04 14:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein ætlar til dystin millum KÍ og Molde á Tórsvølli týsdagin, so er at gera skjótt av.

Atgongumerkjasølan hjá KÍ byrjaði beint eftir klokkan 13, og nógv sótu til reiðar. Eftir 45 minuttum vóru umleið 1.600 atgongumerki seld, og nú liggur talið av seldum bilettum á umleið 2.000. Hetta upplýsir KÍ.

Eina løtu var skipanin inni á atgongumerki.fo um at "krassja", tí so nógvur trafikkur var.

Tað eru beint omanfyri 5.000 sitipláss á Tórsvølli. Tað eru tó ikki 5.000 atgongumerki tøk. Nógv sonevnd VIP-atgongumerki eru, tey sum eiga boksirnar á Tórsvølli hava eisini rætt til atgongumerki, umframt at tey tættastu hjá KÍ-spælarunum hava tað.

[object Object]

[object Object]
KÍ-fjepparar í Göteborg (Myndir: Sverri Egholm)

Harvið eru ikki nógv meira enn 2.000 atgongumerki eftir, og ein skal helst ikki bíða ov leingi, um ynski er at sleppa til dystin í triðja umfari í Champions League millum meistararnar úr Føroyum og í Molde. Eftirspurningurin fyrstu løtuna hevur verið ovurstórur.

KÍ kann ikki spæla við Djúpumýrar í 3. umfari, tí serliga krøvini um tal av áskoðaraplássum og stødd av vølli ikki kunnu lúkast í Klaksvík í verandi støðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder