Fótbóltur

Atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar á breddan

Parasport Føroyar fyri skeiði og fyrilestri í FSF-húsinum leygardagin 13. apríl.

FSF húsið

FSF húsið

2019-04-02 15:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sum liður í at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið, skipar Parasport Føroyar fyri skeiði og fyrilestri í FSF-húsinum leygardagin 13. apríl.

Í januar mánað skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring landið.

Ein natúrligur partur av hesum er tí eisini at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Í hesum sambandi verður skipað fyri skeiði og fyrilestri í FSF-húsinum í Havn. Tá fara umboð fyri CAFE Football at kunna um, hvussu vit tryggja góð atkomuviðurskifti fyri øll.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder