Super Bowl 53(LIII) verður leikt náttina til mánadagin. Fyrsta bríksl er stutt undan midnátt, og avgerðin fellur um 02.00-tíðina. Tað eru New England Patriots og Los Angeles Rams, ið hittast og skulu dystast um Lombardi-steypið.
Les eisini: Nú nærkast av álvara til Super Bowl
Staðið, har slagið skal standa, er Atlanta, ið er størsti býur og høvuðsstaður í statinum Georgia. Staturin liggur í suðureystara parti av USA. Í Atlanta búgva beint undir 6 milliónir, og í býnum liggur nýggja og glæsiliga leikvøllurin við navninum Mercedes-Benz Stadium. New Orleans Saints, sum spælir í somu deild sum Falcons, hevur sama stuðul til sín leikvøll, ið eitur Mercedes-Benz Superdome.
Stóri leikvøllurin avloysti Georgia Dome í 2017. Atlanta Falcons, ið vóru í Super Bowl fyri tveimum árum síðani, hava spælt har seinastu tvey kappingarárni. Fótbóltsliðið Atlanta United spælir eisini sínar heimadystir har. Talan er um ein ógvuliga nýmótans leikvøll, sum hevur sera flott snið, og tak sum kann koyrast á og av. Tað passa vanliga 71,000 áskoðarar inn - til Super Bowl verður rúm fyri 75,000.
Í 2016 varð kunngjørt, at Super Bowl LIII skuldi leikast í Atlanta. Tað verður mett, at yvir 1 millión fólk eyka í býnum í vikuskiiftinum í samband við konsertir og ymisk tiltøk. Super Bowl fer at geva býnum áleið 400 milliónir $ í inntøkum.
Fótbóltur
Atlanta og marglætisleikvøllur eru karmarnir
Super Bowl verður leikt á Marcedes-Benz leikvøllinum í Atlanta, Georgia.
Tað er klárt til Super Bowl á stóra og leikvøllinum í Atlanta (Mynd: EPA)
2019-02-01 22:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald