Helvtin av liðunum í fjórðingsfinaluni eru funnin. Tottenham, Ajax, Manchester United og Porto spældu seg víðari í seinastu vikun, og í dag og í morgin skulu hini fýra liðini finnast.
20.00: Juventus (0) - Atletico Madrid (2)
Manchester City (3) - Schalke 04 (2)
Atletico Madrid hevur eitt sera gott útgangsstøði við sær til Torino. Juventus hevur eitt stórt arbeiði fyri framman, men heimavøllurin kann geva nógv, og í seinastu viku vístu Ajax og United, at tað ber væl til at venda einari uppgerð, hóast uppgávan er ógvuliga stór og torfør. Við sterka verjupartinum og møguleikanum at so at siga drepa uppgerðina við einum máli, hevur liðið hjá Simeone ein frálíkan møguleika at spæla seg víðari. Ronaldo og co. fara tó at gera alt fyri at fáa italienska felagið, ið var ein av favorittunum undan kappignini, eitt stig víðari.
Manchester City vendi 1-2 til 3-2 við tíggju monnum í Týsklandi, og harvið hevur liðið hjá Pep Guardiola annað beinið í fjórðingsfinaluni. Tað skal nærum eitt undur til, um Schalke skal koppa stórfavorittunum á Etihad leikvøllinum í kvøld. Hóast City hevur nógvar dystir í løtuni, so koyrir tað væl hjá liðnum, ið vann Carabao Cup fyri kortum og er ógvuliga væl við í stríðnum um trý steyp afturat.
Fótbóltur
Atletico og City skulu gera arbeiði liðugt
Tvey lið afturat í Champions League fella í kvøld.
Altetico skal í kvøld steðga Ronaldo og Juventus, ið royna at fremja eitt comeback (Mynd: EPA)
2019-03-12 15:39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald