Fótbóltur

Atli er úti báðar dystirnar móti HB

Liðformaðurin hjá Víkingi fekk sítt seinna gula kort sunnudagin fyri at vísa sína ónøgd við dómaratoymi. Tað gjørdi hann eisini á veg út av vøllinum og eftir dystin, og FSF hevur givið leikbann í tveir dystir.

Eftir seinna gula kortið, sum Atli Gregersen fekk fyri kjaftaslit, varð kjakast víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir seinna gula kortið, sum Atli Gregersen fekk fyri kjaftaslit, varð kjakast víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-19 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 84. minutti í dystinum millum KÍ og Víking sunnudagin verður Atli Gregersen útvístur. Liðskiparin hjá Víkingi er langt burtur frá støðuni, men rópar eitthvørt eftir dómaranum Jóhan Hendrik Ellefsen fyri at vísa sína ónøgd og verður sektaður við sínum seinna gula korti.

Nummar fýra hjá Víkingi vísur eisini sína ónøgd á veg av vøllinum, og komin út um hvítlu linjurnar, fer hann yvir ímóti Eiler Rasmussen, fjórða dómara, at siga nøkur orð. Tvær vaktir eru ímillum og biðja Atla Gregersen fara inn. Á vegnum takkar hann teimum í KÍ-venjaratoyminum fyri dystin.

Úr KÍ-kjallaranum - við skiftingarrúmið hjá útiliðnum - sæst beint út á vøllin, og 40-ára gamli víkingurin hyggur eftir restina av dystinum har. Hetta er á vegnum, sum dómararnir ganga inn til sítt skiftingarrúm, og sum skilst verður eitt slag av orðadrátti har eisini eftir dystin.

[object Object]
Eftir at reyða kortið varð givið, tosaði millum annað Atli Gregersen við dómaran (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Atli verður ikki tøkur til dystirnar móti HB. Hann og Arnbjørn Svensson hava spælt í miðverjuni smana seinastu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm) 

Eftir dystin stóð tað greitt, at Víkingur fór at vera sín liðformann og roynda miðverja fyriuttan í steypadystinum móti HB í Sarpugerði fríggjadagin. Nú er greitt, at Atli Gregersen heldur ikki verður við til landskappingardystin móti júst HB í Gundadali um eina viku.

Fótbóltssamband Føroya hevur givið Atla leikbann í tveir dystir. Í hesum førinum má tað koma undir tað, sum í kappingarreglunum stendur sum: 

– Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara (ljót orð, ljótan atburð...)

Hetta stendur undir "Leikbann 2 dystir" hjá FSF. Tá reyðkort koma fyri verða sonevndar dómarafrágreiðingar skrivaðar, og so verður leikbann aloftast givið eftir hesum. Her hevur Atli Gregersen sagt okkurt, ella ymiskt, við dómararnir, ið teir ikki kunnu góðtaka, og sum kemur undir hesa paragraffina.

Víkingur skal harvið hava eina øðrvísi miðverju tveir teir næstu dystirnar. Atli Gregersen spældi sunnudagin sín dyst nummar 500 fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi. Hetta var hansara reyða kort nummar 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder