Fótbóltur

Atli og Gunnar rundaðu 50 landsdystir

Áðrenn dystin móti Malta høvdu teir báðir landsliðsleikararnir leikt 49 landsdystir.

Gunnar Nielsen (í miðjuni) og Atli Gregersen (t.h.) saman við føroyska landsliðsvenjaranum Lars Olsen áðrenn dystin móti Malta (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Nielsen (í miðjuni) og Atli Gregersen (t.h.) saman við føroyska landsliðsvenjaranum Lars Olsen áðrenn dystin móti Malta (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-29 10:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá Føroyar gingu út á vøllin til landsdyst móti Malta leygardagin, var hetta hálvtrýssinstjúgundu ferð, at Atli Gregersen og Gunnar Nielsen umboðaðu Føroyar.

Báðir tveir spældu sín fyrsta landsdyst í 2009. Gunnar vardi málið í einum 1-2 sigri á Íslandi tann 22. mars 2009, meðan Atli spældu sín fyrsta dyst í einum 0-2 tapi móti Serbia í undankapping til HM tann 10. juni 2009.

Báðir tveir hava nú spælt 51 dystir fyri føroyska landsliðið, eftir at báðir tveir eisini spældu í 4-1 tapinum móti Rumenia týskvøldið. Báðir tveir hava tó langa leið enn um teir ætla sær at verða leikarin, sum hevur spælt flest landsdystir fyri Føroyar. Tað meti eigur Fróði Benjaminsen við 94 dystum.

Kelda: Faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder