Fótbóltur

Atli tekur eitt tørn afturat

38-ára gamli liðformaðurin, við yvir 400 dystum á hægsta støði í Føroyum, hevur longt sáttmálan við einum ári. Víkingur boðar eisini frá í dag, at málverjin Bárður á Reynatrøð verður aftur í felagnum.

Atli Gregersen skal í gongd við sítt 17. ár í bestu deildini í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen skal í gongd við sítt 17. ár í bestu deildini í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 17:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gavst á landsliðnum í fjør men tók eitt ár afturat í Víkingi, og nú er endaliga staðfest, at Atli Gregersen ikki er liðugur á hægsta stigi enn. 

Víkingur hevur fyri lítlari løtu síðani kunngjørt, at liðformaðurin hevur longt sáttmálan við einum ári. Fráboðanin kemur tveir dagar eftir, at Atli spældi í sínari níggjundu steypafinalu.

[object Object]
Finalan móti HB leygardagin var ikki tann seinasti dysturin hjá Atla Gregersen á hægsta stigi 

Atli Gregersen hevur samanlagt spælt 405 dystir fyri GÍ og Víking í lands- og steypakapping. Harumframt hevur miðverjin spælt 23 evropeiskar dystir og hevur verið við til at skriva søgu. Í ár byrjaði Atli Gregersen inni í 29 útav 31 dystum hjá Víkingi - í hinum báðum hevði hann leikbann. 

Á landsliðnum gjørdi hann eisini vart við seg. Atli spældi 59 landsdystir og var við í einum sera góðum tíðarskeiðið við millum annað tveimum sigrum á Grikkalandi. Frá 2016 til og við 2020 var nú 38-ára gamli verjuleikarin liðformaður á A-landsliðnum. Hann verður aftur at síggja sum liðformaður hjá Víkingi í 2021, har hann fer at draga miðalaldurin upp, og har Atli allarhelst verður at síggja í miðverjuni saman við Gunnari Vatnhamar fyri tað mesta.

Bárður er aftur - ivasamt við øðrum málverjum

Ein ungur maður, sum møguliga kemur at "standa nógv aftanfyri" Atla Gregersen er Bárður á Reynatrøð. Eftir eitt ár sum leigusveinur á Skála er leirvíkingurin  aftur í barndómsfelagnum.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar skorar her brotsspark móti bygdamanninum, sum nú aftur verður ein liðfelagi (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevur í dag boðað frá, at 20-ára gamli málverjin  hevur skrivað undir ein tveir-ára sáttmála við Víking. Nógv mál fóru inn hjá liðnum sum flutti niður við bert sjey stigum, men serliga í seinnu hálvu gjørdi Bárður vart við seg á góðan hátt við nógvum góðum bjarginum og øðrum atgerðum. Hann varð eisini við á U21-landsliðnum í heyst og hevur aftur aldur til hetta í komandi undankapping.

Hann hevur leikt 31 dystir í Betrideildini - fýra við Vìkingi - og skal komandi kappingarár kappast um aftasta plássið á liðnum úr Eysturkommunu. Í løtuni er ivasamt, um Elias Fagrá, sum hevur verið fyrsti málverji seinastu fýra árini, heldur fram at spæla fótbólt á hægsta stigi. Sonni Højgaard hevur verið eykamálverji hjá Eliasi og hevur vart málið hjá 1. deild í ár. Hann hevur ikki sáttmála til komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder