Hann skuldi verða ein styrkur hjá føroyameistarunum og helst royna at verða við til at fylla tómrúmið eftir norðmannin Simen Sandmæl.
25-ára miðvallarin, ið hevur bæði italienskan og danskan ríkisborgararætt, hevði verið knýttur at Superliga-felagnum AC Horsens frammanundan, og fekk frá fyrrverandi liðfelagnum Halli Hanssyni góð skoðsmál. Landsliðsmiðvallarin segði við Portalin í januar, at Sebastian Avanzini fór at verða ein fongur fyri KÍ og føroyskan fótbólt, men at hann fór at hava ávísar avbjóðingar við at koma í gongd.
Les eisini: -Ivist ikki í at hann verður ein fongur fyri KÍ og føroyskan fótbólt
Tað at fella til hevur víst seg at verða ein trupulleiki. Mikkjal Thomassen segði við Norðlýsið í gjárkvøldið, at partarnir hava arbeitt hart við menningini hjá leikaranum, og at tað hevur eydnast væl - Sebastian Avanzini sigur eisini við miðilin, at hevur trivist væl í hópinum og í felagnum.
Bæði venjari og leikari á, at tað er uttanfyri fótbóltin - í familjuviðuskiftunum -, at trupulleikin liggur. Danski leikarin sigur, at familjan hevur fylt nógv í tonkunum, nú kornasmittan hevur herja, og møguleikararnir fyri vitjan eru so avmarkaðir. Norðlýsið stafestir, at Korona og tann stóra kulturella broytingin er orsøkin til, at Sebastian ynskir at flyta aftur til familjuna í Keypmannahavn.
Møguleiki var í sáttmálanum fyri at støðga samstarvinum áðrenn tíð. Tað setti leikarin ynski fram um, og tað hevur KÍ eftirlíka, sigur Mikkjal Thomassen, sum eisini sigur, at roynt verður framvegis at fáa Abubakar Ibrahim úr Nigeria, sum gjørdi sáttmála við KÍ undan jólum, til landið.
Fótbóltur
Avanzini fer heim aftur
Miðvallarin við italienskum og donskum ríkisborgararætti er ikki longur partur av KÍ-hópinum. Talan er um persónligar orsøkir.
Avanzini í nærdysti við Jógvan Róa Davidsen í stórsteypadystinum. Hetta varð einasti almenni dysturin, ið 25-ára gamli leikarin spældi fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-30 16:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald