Hondbóltur

Avbjóðandi mótstøða hjá kvinnunum

Føroyar hava ongantíð vunnið á Svøríki og Íslandi, sum bíða í undankappingardystum í dag og sunnudagin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 09:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar hava ongantíð vunnið á mótstøðuliðunum, sum bíða í EM-undankappingardystunum hósdagin og sunnudagin.

Í dag, hósdagin kl. 17.30, møta okkara kvinnur hondbóltsrisanum Svøríki. Føroyar hava leikt tvær ferðir móti Svøríki áður. Tað var í EM-undankappingini til EM20, og tá gjørdist talan um tvey stórtap. Kringvarpið vísir dystin í dag í sjónvarpinum.

Sunnudagin kl. 15, í Høllini á Hálsi, møta Føroyar Íslandi. Ísland vann í gjár fyrsta dystin í bólkaspælinum 32-14 á heimavølli móti Luksemborg. Føroyar hava møtt Íslandi 5 ferðir áður, men hava ongantíð vunnið. Ísland vara vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru leiktir. Ísland vann báðar dystirnar við 5 málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið.

---

Bjarta Osberg Johansen: Málið er at koma til EM

---

Annika Fríðheim Petersen: - Vit eru til reiðar

---

Claus Mogensen: Arbeiða fram ímóti at veruliga bjóða av móti Íslandi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder