Hálvfinalurnar verða, eins og seinastu árini, leiktar í Klaksvík, og tað er greitt, at Mjølnir verður umboða á heimavølli Higartil er tað bert Mjølnir, sum heilt sikkurt er víðari hjá bæði monnum og kvinnum. Tað er tí alt at spæla fyri, nú seinasta leikumfar í bólkaspælinum í steypakappingini hjá bæði monnum og kvinnum er á skránni í vikuskiftinum.
Kvinnur: Fleyr skal vinna á Mjølni:
Fleyr tapti akkurát fyri SÍ í steypafinaluni í fjør. Hesaferð verður tað ógvuliga trupult hjá Fleyr at fyrst og fremst koma í hálvfinalunar. Kravið er ein sigur á minst 3-1 á Mjølni, ið longu hevur leikt seg víðari.
Í hinum bólkinum bendir alt á, at KÍF og SÍ fara víðari. Sørvágskvinnur skulu bert taka eitt sett ímóti TB, og so eru tær víðari saman við kvinnunum úr Kollafirði. Um TB vinnur 3-0 er púra javnt í bólkinum.
Menn: SÍ a og SÍ b dystast um eitt pláss - ÍF b kann eisini koma víðari
Hjá monnunum er Mjølnir longu í hálvfinaluni úr bólki 1. Hitt plássið úr bólki 1 verður avgjørt í Sørvági, har SÍ a og SÍ b skulu spæla um tað. Tað er tí víst, at SÍ fær lið í hálvfinaluna, spurningurin er bara hvat. Fyri tveimum árum síðani vann SÍ b á SÍ í hálvfinaluni.
Fleyr og ÍF a skulu í hinum bólkinum gera arbeiði liðugt. ÍF b hevur og TB kunnu órógva liðini úr Meistaradeildini, og um ÍF b vinnur í Havn kemur liðið víðari
3. og seinasta umfar í bólkaspælinum:
Kvinnur
Leygardagin 25.01
16.00: SÍ – TB (Bólkur 1)
Fleyr – Mjølnir (Bólkur 2)
Menn
Leygardagin 25.01.
14.30 Mjølnir – Fleyr b (Bólkur 1)
15.00 ÍF a – TB (Bólkur 2)
Sunnudagin 26.01.
14.30 SÍ a – SÍ b (Bólkur 1)
15.00 Fleyr a – ÍF b (Bólkur 2)
Annað
Avgerandi umfar í steypakappingini um vikuskiftið
Hjá bæði monnum og kvinnum hevur Mjølnir tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Hini seks plássini eru ikki komin endaliga uppá pláss enn.
Fleyr tapti sera tepurt fyri SÍ í finaluni í fjør - í vikuskiftinum skal Fleyr vinna á Mjølni, meðan SÍ bert skal vinna eitt set móti TB (Mynd: Sverri Egholm)
2020-01-24 17:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald