Hondbóltur

Jústinus: - Fantastiskt at man setur prís á arbeiði hjá fólki

Har eru millum annað so nógvir barnavenjarar, sum gera eitt so stórt arbeiði. - Eg haldi ikki, at tað er ein dagur, har eg ikki eri í høllini, og tað er stuttligt at síggja nógvu talentini, staðfestir StÍF-venjarin, ið vann heiðursskjal Poul E. Petersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-07 23:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrverandi landsliðsspælarin hevur í dúgva tíð framt eitt megnar arbeiði fyri StÍF og føroyskan hondbólt. 

Hoyr Jústinus Justinussen av Skála greiða frá stóra heiðrinum og menningini í føroyskum hondbólti.

Hoyr samrøðuna ovast

Heiðursskjal Poul E Petersen: Jústines Justinussen (StÍF)

- Endamálið við skjalinum er at heiðra teimum, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hava tænt føroyska ítróttinum.

Hetta hóskar sanniliga til Jústines Justinussen. Hann hevur í í ein mansaldur verið ein ímynd í føroyskum hondbólti og serliga í StÍF: Sum spælari, venjari, fyriskipari
– sum heild ein eldsál sum framvegis er fleiri tímar í høllini.

- Tað kennist nærum tómt, um man ikki hevur verið í høllini ein dag.

Sí eisini: Yvirlit: Hesi vunnu heiðrarnar í Varpinum

[object Object]
Drúgvi og trúgvi Jústinus á pallinum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder